fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

 20.12.2018 (13:14)

Maskinmeistari til kontrollrúmið á Fossáverkinum

Eitt starv sum maskinmeistari á Fossáverkinum í Vestmanna er leyst at søkja til setan skjótast tilber.

 

Uppgávur

Vakthavandi á Fossáverkinum stýrir býtinum av framleiðsluni millum elverkini í meginøkinum – herundir Sundsverkið,  Strond og Eiðisverkið. Harumframt er vakthavandi á Fossáverkinum koplingarleiðari fyri háspenningsskipanini í meginøkinum. Arbeiðsstaðurin er í kontrollrúminum á Fossáverkinum í Vestmanna.

 

Arbeiðið fevnir eisini um rakstur og hald av Fossáverkinum – bæði sum dagarbeiði og vaktarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

 

Á Fossáverkinum eru tvær turbinur á tilsamans 6,3 MW. Fossáverkið hevur eisini um hendi samskipanina av framleiðsluni á niðanfyri standandi vatnorkuverkum og vindmyllulundum:

     Mýruverkið við einari turbinu á 2,4 MW

     Heygaverkið við einari turbinu á 4,9 MW

     Eiðisverkið við trimum turbinum á tilsamans 21,7  MW

     Vatnturbinan á Strond á 1,4 MW

     Seks vindmyllur í Neshaga á tilsamans 4,65 MW

  • 13 vindmyllur í Húsahaga á tilsamans 11,7 MW

 

Talan er sostatt um tilsamans átta vatnturbinuaggregat og 19 vindmyllur við einum samlaðum mátti á 53,05 MW.

 

Tað er eitt krav, at tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv og royndir innan økið. Koyrikort til persónbil er neyðugt.

 

Umráðandi er, at nýggja maskinmeistaranum dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og at vera einsamallur á vakt ein stóran part av tíðini.

 

 

SEV

SEV bjóðar:

 

  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

 

Løn

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið í 12. lønarflokki.

 

Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá.

 

Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Eyðbjørn F. Petersen, verkmeistara á Fossáverkinum tel. 286901, ella hjá Jón Nielsen, deildarstjóra fyri tøkni, tel. 346800.

 

Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til:

 

Elfelagið SEV

Postrúm 319

FO-110 Tórshavn

Att: Bergtóra Høgnadóttir

Ella: [email protected]

 

Umsóknir skulu verða SEV í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. januar 2019.

 

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 fólk starvast í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.