Leita á in.fo

 16.04.2018 (10:51)

Maskinmeistari við elektrikaraútbúgving ella skipselektrikari

Við hesum verður søkt eftir einum elektrikara við útbúgving sum maskinmeistari til Strandfaraskip Landsins at seta í starv 1. mai 2018.

Viðkomandi skal byrja umborð á Smyrli, men kanna verða fluttur umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyriskipað av leiðsluni.

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á. Hjá Smyrli er dagliga farleiðin Tvøroyri-Tórshavn

Arbeiðstíðin umborð á Smyrli er eina viku umborð og eina viku avspáking, og siglt verður hvønn dag í vikuni. Umstøður eru at búgva umborð.

 

Starvið sum skipselektrikari

  • Hava eftirlit við maskinarínum, el-installatiónum o.l., og harvið vera við til at tryggja, at hesi eru í tryggum og lógligum standi.
  • Tryggja at lógir og reglur á økinum verða fylgdar
  • Veita ein effektivan dagligan rakstur
  • Tryggja at arbeiðsgongdir eru í tráð við ásettar málsetningin
  • Seta upp mannagongdir fyri viðlíkahaldsarbeiði

 

Førleikakrøv

  • Maskinmeistari við 3 ára útbúgving
  • Útbúgving sum elektrikari
  • Heilsuváttan, (bláubók) fyri sjófólk  
  • Førleikaprógv við ferðamannaskipum
  • Fult Trygdarskeið, STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3,    A-VI/1-4
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn
  • Skeið í rýmingarskipan (MES)

 

Setanartreytir

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið í lønarflokki 5.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast við telduposti til eyj(at)ssl.fo ella til:

 

Strandfaraskip Landsins

Sjógøta 5

Postboks 30

FO-810 Tvøroyri

 

Umsóknirnar skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 27. apríl 2018.

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Rógva Kærbech, manningarsamskipara, á tlf. 293044 millum kl. 09-15, ella við at senda ein teldupost til rok(at)ssl.fo 

 

Um Strandfaraskip Landsins

Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 26 farleiðir, har av 7 oyggjaleiðir og 19 bygdaleiðir. Til at røkta hesar leiðir hevur SSL 7 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið er í støðugum vøkstri, og var í 2017 um 1,2 mio. ferðandi, har av umleið 650.000 brúktu ferjurnar á oyggjaleiðum,  og umleið 550.000 nýttu bussarnar á bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til umleið 120 ársverk.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.