Leita á in.fo

 08.10.2018 (15:35)

Maskinsmiðjulærlingur til smiðjuna í Kollafirði

Landsverk søkir ágrýtnan og álítandi maskinsmiðjulærling til smiðjuna í Kollafirði at byrja skjótast til ber.

 

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um viðlíkahald og umvæling av bilum, entreprenørmaskinum o.ø. hjá stovninum. Tú verður upplærdur av einum dugnaligum toymi innan fyri fakið. 

 

Førleikakrøv
Tað er ein treyt, at tú hevur lokið fólkaskúlan, og at tú hevur vanligt koyrikort. Royndir við mekaniskum arbeiði kunnu vera ein fyrimunur, men eru tó ikki ein treyt. Mest umráðandi er, at tú hevur hug og áræði at læra handverkið.

 

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, dugnaligur og vælskipað/-ur.

 

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávum.

Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars eru sambært lærlingasáttmálanum millum Føroya Handverkarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag. Lærutíðin er 4 ár og endar við eini sveinaroynd.

Umsóknir
Umsókn við prógvum kann sendast umvegis heimasíðu okkara
www.landsverk.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. oktober 2018.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Magna Berg, smiðjuformann, á tel. 290 751 ella umvegis teldupost mabe(at)lv.fo.   


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.