Leita á in.fo

 19.04.2017 (10:29)

MASKINSMIÐULÆRLINGUR TIL TEKNISKU DEILD HJÁ P/F VARÐIN PELAGIC Á TVØROYRI

Á teknisku deild er lærupláss sum maskinsmiður leyst at søkja til byrjan skjótast gjørligt.

 

Fyri at framtíðartryggja teknisku deild við enn fleiri skikkaðum maskinsmiðum, leita vit eftir maskinsmiðulærlingi.

 

Arbeiðsuppgávur

Dagligu arbeiðsuppgávurnar taka útgangsstøði í viðkomandi yrkisgrein, millum annað fevna tær um viðlíkahald, umvæling og optimering av tekniskari útgerð á virkinum.

 

Førleikakrøv

Lokið 9. floksprógv Fólkaskúlans.

Dentur verður eisini lagdur á persónligar eginleikar (t.d. arbeiðssamur, nærlagdur, møtir væl upp, álítandi, fyrikomandi).

 

Setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Tað verður eisini talan um, at luttaka í skiftisvaktum, undir uppsýni av ábyrgdarpersóni.

 Starvið er tímalønt og verður sett eftir lærlingasáttmála við Føroya Handverkarafelag.

 

Av praktiskum áðum, so skal tann, ið settur verður, annahvørt búgva fast í Suðuroy ella vera sinnaður at flyta til Suðuroy.

 

Umsókn

Umsókn við avritum av prógvum, CV og møguligum viðmælum verða send í telduposti til frodi(at)vardinpelagic.fo

ella sum vanligt bræv til:

 

Varðin Pelagic

Havnarlagið 11

Postrúm 68

800 Tvøroyri

att.: Fróði Petersen.

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 15. mai 2017 kl. 16.00.

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Nærri upplýsingar um starvið

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fróða Petersen, tekniska leiðara á tlf. 29 17 80 ella frodi(at)vardinpelagic.fo 

hava deilt hesa grein.