fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

 10.08.2017 (14:54)

Námsfrøðingar og heilsurøktarar til Sambýlið á Fugloyarvegi og Sambýlið í Børkugøtu í Tórshavn

Almannaverkið søkir eftir námsfrøðingum og heilsurøktarum til ávikavist Sambýlið á Fugloyarvegi og til Sambýlið í Børkugøtu 1.

 

Um størvini

Sambýlið Fugloyarvegur

·         Tíðaravmarkað starv á 40 tímar um vikuna at seta frá  01.09.17 - 31.08.18, ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðirnar fevna um alt samdøgrið.

 

Á Sambýlinum á Fugloyarvegi búgva 5 borgarar við menningartarni. Talan er um fólk sum hava stóran tørv á námsfrøðiligum stuðli og røkt.

 

Sambýlið í Børkugøtu 1

·         Farloyvisstarv á 40 tímar um vikuna at seta frá 01.09.17 - 31.07.18, ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðirnar fevna um alt samdøgrið.

·         Starv á 20 tímar at arbeiða 3. hvørt vikuskifti. Arbeitt verður leygardag og sunnudag.

 

Á Sambýlinum í Børkugøtu búgva 6 borgarar við menningartarni og autismu. Talan er um fólk sum hava stóran tørv á námsfrøðiligum stuðli og røkt 

              

Arbeiðsuppgávur

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum er at veita grundleggjandi heilsu- og sjúkrarøkt og námsfrøðiligan stuðul og at arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi í samráð við borgaran, aðrar fakbólkar, leiðslu og avvarðandi. 

Uppgávan er eisini at vera við til at leggja arbeiðið til rættis á arbeiðsplássinum og at arbeiða eftir ávísum leisti, har støði verður tikið í  einstaka borgaranum.

Vit leggja okkum eftir at arbeiða við støði í møguleikum, heldur enn forðingum, og harafturat verður arbeitt tvørfakligt, so borgarin fær tænastu á høgum støði.

 

Væntanir til umsøkjarar

Tað hevur týdning, at umsøkjarar hava hug og hegni at vera um, betra um og tryggja gerandisdagin hjá fólki við menningartarni. Umsøkjarar skulu kenna týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er, verður skiltur og hjálptur. Umráðandi er, at umsøkjarar megna at arbeiða tvørtur um fak og eru nýhugsandi og opin fyri fakligari menning. Vit vænta, at umsøkjarar eru væl fyri sálarliga, likamliga og fakliga, og hava vanligar KT-førleikar.

 

Førleikar

Størvini krevja útbúgving sum námsfrøðingur ella heilsurøktari umframt royndir innan menningartarn. Um ongin við útbúgving søkir, kunnu størvini verða sett fyribils við hjálparfólki.

 

Vit kunnu bjóða

Eitt tvørfakligt arbeiðspláss við fjøltáttaðum uppgávum og við møguleika fyri at hava ávirkan á stovnin, sum er í støðugari menning.

Tey, ið sett verða, koma at arbeiða saman við dugnaligum starvsfólkum, sum saman virka fyri, at borgarin fær best møguliga tænastu. Í eind 6 starvast námsfrøðingar, heilsurøktarar og hjálparfólk, og dentur verður lagdur á at borgarin fær ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag.

 

Um Eind 6

Eind 6 veitir tænastu til vaksin og eldri fólk við menningartarni í Tórshavn. Í eindini er Sambýlið á Fugloyarvegi, Sambýlið í Garðsgøtu, Sambýlið í Børkugøtu 1, Sambýlið á Mýruni 4-6 og Stuðulstoymið fyri borgarar í egnum heimi.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 6. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya Pedagogfelag ella Heilsurøktarafelagið.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv(at)av.fo  ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn Eind 6”.

 

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 24.08.2017 kl. 12.00.

 

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Elsu Klein Olsen, eindarleiðara, á tlf. 297371 ella Rúnu Tausen, leiðara, á tlf. 297375.

hava deilt hesa grein.