Leita á in.fo

 06.12.2017 (14:07)

Námsfrøðingar til “Tann góða tilgongdin” í Almannaverkinum

Almannaverkið søkir eftir trimum námsfrøðingum til Trivnaðardepilin Eind 3 at arbeiða við “Tí góðu tilgongdini”. Talan er um fulltíðarstørv at byrja 1. januar 2018 ella eftir nærri avtalu.

 

Tann góða tilgongdin hevur virkað sum ein verkætlan seinastu tvey árini. Endamálið við Tí góðu tilgongdini er savna tænastur til foreldur og avvarðandi at børnum við autismu. Ein av leiklutunum hjá Almannaverkinum í hesum sambandi er at veita foreldrum og avvarðandi at børnum við autismu, ráð og vegleiðing við atliti til at gera gerandisdagin hjá familjuni lættari. Hesin parturin av Tí góðu tilgongdini fer í framtíðini at liggja í Eind 3 í Trivnaðardeplinum.

 

Um størvini                 

Talan er um trý størv 40 tímar um vikuna at arbeiða gerandisdagar. Starvsstaðurin er í Tórshavn.

 

Førleikakrøv

Tað er ein treyt, at umsøkjararnir hava hollan kunnleika til autismu og hava drúgvar praktiskar royndir við at arbeiða við fólki innan autismu. Somuleiðis er tað ein treyt, at umsøkjarar hava útbúgving sum námsfrøðingur.

 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar og fevna millum annað um:

  • at luttaka á netverksfundum, sum sosialráðgevar í Almannaverkinum skipa fyri, og sum foreldur, avvarðandi, og umboð fyri aðrar myndugleikar luttaka á
  • at veita ráð og vegleiðing til foreldur og avvarðandi at børnum við autismu
  • at gera tilfar til foreldur og avvarðandi at børnum við autismu, so gerandisdagurin verður skipaður hjá familjunum
  • at vegleiða starvsfólk í Almannaverkinum, sum arbeiða við fólki við autismu
  • at skipa fyri skeiðum v.m. fyri starvsfólkum í Almannaverkinum innan autismu

 

Vit ynskja

Eitt toymi av eldhugaðum starvsfólkum sum hava royndir við at arbeiða við børnum og ungum við autismu. Somuleiðis er ynskiligt, at starvsfólkini kenna til faklig amboð, so sum boardmaker, pecs, sosialar søgur o.s.fr. Ein týðandi partur av arbeiðinum er at vera uppsøkjandi í mun til nýggja vitan innan autismuøkið.

 

Væntanir til umsøkjarar

Vit vænta, at umsøkjarar eru eldhugaðir og hava námsfrøðiligt innlit í avbjóðingarnar hjá børnum við autismuórógvi. Harumframt ynskja vit umsøkjarar við hugi og hegni at arbeiða við familjuni, har dentur verður lagdur á at styrkja førleikarnar hjá familjuni at læra at handfara børn við autismuórógvi. Vit vænta, at umsøkjarar eru væl fyri sálarliga, likamliga og fakliga, hava koyrikort og vanligar KT-førleikar.

 

Um Eind 3

Eind 3 savnar tænastur til børn, ung og vaksin við autismu í Suðurstreymoy. Í Eindini eru sambýlir, frítíðartoymir, mentortoymi, umlætting, stuðulsfólk og Tann góða tilgongdin.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið og tænastan í Eind 3 í Trivnaðardeplinum. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal "Námsfrøðingur Eind 3”.

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 19.12.2017 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Poulu Djurhuus, eindarleiðara, telefon 297415 ella Elisabeth Christiansen, leiðara á telefon 297414.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.