fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

 07.01.2019 (09:55)

Námsfrøðingur til Gjáa í Gøtu

Søkt verður eftir námsfrøðingi at byrja 01. februar 2019 ella skjótast gjørligt. Talan er um starv á 30 tímar um vikuna.

 

 

Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:

·         at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum.

·         at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk

·         at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn.

·         at virða tað einstaka barnið

·         at ferðast nógv í náttúruni.

·        ein stovn sum leitar sær íblástur frá Reggio Emilia hugtakinum og yvirførir tað til føroyska mentan.

 

 

 

Vit ynskja at tú:

·         ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir.

·         hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag.

·         vilt vera við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið.

·     undir ábyrgd av leiðslu og samstarvi við starvsfólkið, vil verða við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið á Gjáa.

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. 

 

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

eystur(at)eystur.fo 

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 21. januar 2019.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Dagbjørt Ó. Hansen, stovnsleiðara á telefon 73 00 50.

 

Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.