fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 1.9m/s

Leita á in.fo

 13.06.2017 (15:56)

Náttarvakt til Ternuna

Við hesum verður søkt eftir náttarvakt til Ternuna at byrja 1. juli 2017. Ternan røkir farleiðina millum Nólsoy og Tórshavn og liggur við kai í Tórshavn um náttina. Náttarvaktin arbeiðir aðru hvørja viku, og er arbeiðið fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá Ternuni, tvs. arbeiðstíðin er á kvøldi tá Ternan er komin á kei til um morgunin, áðrenn Ternan fer av kai.

 

 

Starvið fevnir um

Høvuðsuppgávan hjá náttarvaktini er at tryggja, at trygdin á skipinum altíð er í lagi.

Hettar fevnir um, at náttarvaktin m.a. skal:

 

  • Halda neyvt vakt við skipinum
  • Lata portrið aftur til ásettu tíð
  • Ganga rundir á skipinum til ásettar tíðir, og:

     

    • endurstilla alarmar, ið ikki hava ávirkan á trygdina
    • endurstilla brandalarmar, um falskur almur er skipanini
    • kanna endar
    • kanna lekar
    • stundisliga boða frá, um nakað óvanligt er áfatt

     

 

Førleikar

Vit vænta, at
• tú ert álítandi, skyldrøkin og ábyrgdarfullur persónur
• tú ert fyrikomandi og arbeiðsom/samur
• tú ert før/ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt

 

Tað ein fyrimunir um viðkomandi hevur maritimar royndir.

 

Setanartreytir

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Arbeiðarafelag, vísandi til 

§ 17  “Vaktarmenn á skipum”.

 

 

Umsóknir

Umsóknir skulu sendast við telduposti til eyj(at)ssl.fo ella til:

 

 

Strandfaraskip Landsins

Sjógøta 5

Postboks 30

FO-810 Tvøroyri

 

 

og skulu verða innkomnar í seinasta lagi 28. juni 2017.

 

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hallur Johannesen, inspektør, á tlf. 293042 ella á teldupost til olavurhj(at)ssl.fo 

 

 

Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL eru á fíggjarlógini við eini rakstrarjáttan í 2016 á netto 149 mió. Samlaðu inntøkurnar vóru 67 mió, og útreiðslurnar 216 mió. Fyritøkan umsitur 28 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 6 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2016 var 1.172.000: 536 túsund við bussunum og 636 túsund við ferjunum. Talið av flutningsanleggum er 40 bussar, 7 ferjur og farmaflutningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 160 í tali, svarandi til 120 ársverk

 

hava deilt hesa grein.