Skip to main content

Heilsutrygd lýsir hervið við 9 kommunulæknastørvum í 4 læknadømum. Størvini verða sett frá 1. august 2019 ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.

 

Leysu størvini

Í Norðoya læknadømi er eitt starv leyst at søkja. Umleið 6.000 borgarar eru í læknadøminum. Tveir fastsettir kommunulæknar eru í læknadøminum.

  • Eitt starv í viðtalu 2 á Læknamiðstøðini í Klaksvík. Umleið 1700 borgarar eru í viðtaluni, og arbeiðir ein læknaskrivari og ein sjúkrarøktarfrøðingur í viðtaluni.

 

Í Suðurstreymoyar læknadømi eru fýra kommunulæknastørv leys at søkja – eitt starv í Berjabrekku og trý størv í Kirkjustræti. Nýggju fastsettir læknar eru í læknadøminum við umleið 21.000 borgarum.

  • Eitt starv í viðtalu við umleið 1.200 borgarum. Viðtalan fer at halda til í nýggju hølunum í Kirkjustræti, læknahøli 2 í stovuhædd. Talan er um eitt heilt nýtt starv, sum ikki hevur verið mannað áður. Ætlanin er, at viðtalan letur upp á fyrsta sinni í august.
  • Eitt starv í viðtalu við umleið 1.800 borgarum. Viðtalan flytur í summar av Frúutrøð í Kirkjustræti, læknahøli 1 á 2. hædd. Tveir sjúkrarøktarfrøðingar eru í starvi í viðtaluni. Ætlanin er, at viðtalan flytur niðan í Kirkjustræti fyrst í september.
  • Eitt starv í viðtalu við umleið 1.550 borgarum. Viðtalan flytur úr Miðlon í Kirkjustræti, læknahøli 1 í stovuhædd. Ein sjúkrarøktarfrøðingur er í starvi í viðtaluni. Ætlanin er, at viðtalan flytur niðan í Kirkjustræti fyrst í september.
  • Eitt starv í viðtalu í Berjabrekku við umleið 1.200 borgarum. Talan er um viðtalu, ið flytur úr Miðlon niðan í Berjabrekku. Ein sjúkrarøktarfrøðingur er í starvi í viðtaluni.

 

Í Suðuroyar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 4.600 borgarar eru í læknadøminum, og eru tveir læknar í starvi í løtuni, ein á Tvøroyri og ein í Vági.

  • Eitt starv er á Tvøroyri og eru umleið 1.300 borgarar knýttir at viðtaluni. Læknaskrivari starvast í viðtaluni.
  • Eitt starv er í Vági og eru umleið 1.000 borgarar knýttir at viðtaluni. Læknaskrivari starvast í viðtaluni.

 

Í Skálafjarðar læknadømi eru tvey størv leys at søkja. Umleið 6.200 borgarar eru í læknadøminum, og hava hesir verið røktir av fýra læknum, harav tveimum fastsettum læknum. Tey tvey størvini, sum eru leys at søkja, eru staðsett soleiðis:

  • Eitt starv er í Heilsudeplinum (við Skálafjørðin) í Runavík, viðtala 3 við umleið 1.400 borgarum.
  • Eitt starv, sum fyribils er staðsett í viðtaluni á Strondum, viðtala 4 við umleið 1.400 borgarum. Tá koyrandi er undir Skálafjørðin, verða allir læknarnir at starvast í Heilsudeplinum. Í løtuni starvast tað, sum svarar til 2,4 sjúkrarøktarfrøðingar tilsamans í viðtalu 3 og 4.

 

Samstarv                                     
Tey, sum verða sett í starv, skulu vera sinnað til at samstarva við hini starvsfólkini í læknadøminum og við starvsfólk í heilsuverkinum sum heild. Tey skulu vera við til at menna heilsufakligar tænastur saman við viðkomandi pørtum, og sum heild vera við í menning innan økið.

 

Økið
Kommunulæknar í Føroyum virka á einum heilsufakligum ábyrgdarøki, sum fevnir víða,  krevur nógv og gevur góðar møguleikar til at menna seg fakliga. Allar kommunulæknaviðtalurnar eru knýttar at talgildu sjúklingaskránni Cosmic, sum er skrásetingarskipan fyri allar kommunulæknar og sjúkrahúsini.

 

Kommunulæknin er við í vaktarskipanini og samstarvar við aðrar kommunulæknar.

 

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Heilsu- og innlendismálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya og sambært sáttmála millum Heilsutrygd og Kommunulæknafelag Føroya.

 

Ískoyti til eftirútbúgvingarskeið verður veitt kommunulæknum í føstum starvi. Viðtaluhøli fylgja við starvinum, og tey eru ókeypis.

 

Í umsóknini skal verða tilskilað, hvørja viðtalu søkt verður, og um søkt verður um fleiri viðtalur, at tað so verður greitt raðfest.

 

Krøv
Tey, ið søkja størvini, skulu hava serlæknagóðkenning ella vænta at fáa serlæknagóðkenning í almennum medisini í næstum.

 

Umsóknarfreistin er 27. mai 2019, kl. 12.00
Skrivlig umsókn við avriti av CV og góðkendum embætisprógvi og yrkisbrævi (autorisatión), viðmælum o.ø. verður send Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík ella við telduposti á heilsutrygd(at)heilsutrygd.fo. 

 

Fleiri upplýsingar
Vilt tú hava neyvari upplýsingar um kommunulæknastørvini og Læknavaktina, kanst tú venda tær til Djóna S. Joensen, kommunulækna tlf. +298 22 98 62 eller t-post: djonij(at)kl.fo ella til Heilsutrygd, John D. Olsen tlf. +298 61 40 10 ella t-post: jdo(at)heilsutrygd.fo