Áki Bertholdsen 10.06.2015 (12:30)
Drotningin útsetur Føroyavitjanina
Løgmaður og Kongshúsið hava gjørt av at útseta drotningavitjanina, sum skuldi verða í komandi viku.
Tað boðar løgmaður frá beint nú.
Drotningin skuldi koma til Føroya sunnukvøldið og fara avstað aftur mánadagin, men tað hevur elvt til undran, at hon kemur higar, og skal fylgjast við løgmanni, mitt sum valstríðið upp undir fólkatingsvalið, gongur upp á tað harðasta. Nógv hava eisini heitt á hana um at útseta vitjanina í Føroyum.
- Vit høvdu væntað, at tað bar til at skipa fyri fólkatingsvali og drotningavitjan samstundis. Tað er nú nógv, ið bendir á, at tað ikki letur seg gera, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
- Fyri at tryggja ta virðing, sum sømir seg einari drotningavitjan, verður vitjanin tískil útsett, leggur hann afturat.
- Tað harmar hann, tí kring alt landið hava nógv fólk kýtt seg fyri at tryggja drotningahjúnunum eina sømiliga vitjan
Løgmansskrivstovan hevur í dag kunnað øll, sum hava verið við til at fyrireika vitjanina.
Nær drotningahjúnini koma til Føroya, er ikki greitt enn, sigur løgmaður.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
hava deilt hesa grein.
Mest lisið
Stormurin hevur tikið takplátu og vindeyga |
|
Ísklæddir inn at landa |
|
Skjótt lata fýra nýggj matstøð upp í Havn |
|
Kolandi stormur - bingja fokin í bátahylin í Vági |
|
Føroyingur fingið altjóða virðisløn |
|
Frá Føroyaflokkinum til kannabisflokkin |
|
Vandi á ferð við Vestaru Bryggju í áðni |
|
Milliónir eru horvnar |
|
Nú er greitt mark ímillum eitt deyðføtt barn og fosturlát |
|
Her verður nógvur vindur í kvøld |
|
Nú er løgreglan stúrin |
|
Ann Fuglø í nýtt starv |
|
Føroyskur fótbóltsspælari vil ikki møta í máli um neyðtøku |
|
Stormur: Her eru ringastu koyrilíkindini beint nú |
|
VFF Cup: NSÍ, B36, TB og AB hava vunnið sínar dystir |
|
Almennur bygningur verður 20 milliónir dýrari |
|
- Føroyar mangla ein liberalan flokk |
|
Bilur fór út av vegnum í Kollafirði |
|
Sjálvkritisk og fer eftir góðsku |
|
Vil í kríggj ímóti rúsevnasmugling |
|
Ætlar at fáa tvey ára útbúgving í landbúnaði í Føroyum |
|
FSF aðalfundur: Tey stóru vunnu á teimum lítlu |
|
Sørvágur eigur ongan góðan |
|
Hóttanarbræv greinað av serfrøðingi |
|