Skip to main content

Okkara fíggjarleiðari hevur tikið av øðrum avbjóðingum, og tí søkja vit eftir fíggjarleiðara at byrja skjótast gjørligt.

Um starvið:

Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av dagligu fíggjarstýringini av felagnum í tøttum samstarvi við stjóran. Fíggjarleiðarin er eisini partur av leiðslubólkinum í felagnum.

 

Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av:

  • Dagligu fíggjarstýringini, herundir bókhaldi, lønar- og debitorstýring v.m.
  • Uppseting av lønsemisgreiningum
  • Rakstrarætlanum og uppfylgingum
  • Mánaðar- og ársroknskapum
  • Roknskaparskipanum
  • Fígging og samskifti við peningastovnar
  • Dagligu leiðsluni at skrivstovufólkum felagsins

 

Førleikakrøv:

  • Vit vænta at tú ert ágrýtin, hevur góð samstarvsevni, kanst arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi.
  • Hóskandi ástøðilig útbúgving innan roknskaparøkið, t.d. HD-R, Cand merc. Aud ella líknandi útbúgving
  • Viðkomandi royndir innan roknskap og fíggjarstýring.
  • Leiðsluroyndir er ein fyrimunur
  • Telduførleikar á rímuliga høgum støði
  • Málførleikar í føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu

 

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv í einari lutfalsliga stórari útflutningsfyritøku
  • Løn eftir nærri avtalu

 

Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til jensp(at)origin.fo. Um tú hevur onkrar spurningar til starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Jens Paula Petersen, stjóra, á tlf 550650, ella senda teldupost til jensp(at)origin.fo 

 

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. juni.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Faroe Origin er ein fiskivinnufyritøka við 6 partrolarum og tveimum framleiðsluvirkjum í ávíkavist Saltangará og á Toftum. Tað starvast uml. 200 fólk í samtakinum.