fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 03.02.2016 (11:52)

Koks fer til Kirkjubøar

Tá matstovan Koks letur upp aftur í Føroyum um miðjan mai, verður tað í nýggjum hølum í Kirkjubø. Tað váttar Karin Visth, víntænari og talskvinna fyri Koks fyri in.fo.

 

Matstovan fer at húsast í einum sethúsum í Kirkjubø, men matarskráin verður tann, sum vit kenna.

- Matarskráin verður sett saman á tann hátt, sum vit áður hava gjørt, við millum øðrum igulker og hummara. Størsti munurin verður tó, at vit fáa eitt enn betri útsýni, enn vit høvdu áður, sigur Karin Visth.

 

Talan er tó einans um eina fyribils loysn, tí ætlanin er at flyta aftur í høvuðsstaðin. Arbeitt verður við onkrum ætlanum, men enn eru øll loyvi og annað ikki komin upp á pláss. Tí er eisini heldur óvist, hvussu leingi Koks fer at húsast í Kirkjubø.

- Væntandi verður tað restina av árinum, sigur Karin Visth.

 

Í løtuni er Koks á ferð í Evropa. 1. februar opnaði Koks í Salzburg í Eysturríki, har tað húsast í hølunum hjá Michelin-matstovuni Ikarus á flogvøllinum í Salzburg.

- Tað eru okkara starvsfólk, sum gera matin til reiðar, meðan rávørurnar verða fluttar úr Føroyum til Eysturríkis. Gestirnir fáa tí tað veruligu Koks-upplivingina, hóast teir ikki eru í Føroyum, sigur hon.

 

Koks verður verandi í Eysturríki hendan mánaðin, men 3. mars gongur leiðin til Keypmannahavn, har matstovan hevur fingið høli í Havnegade. Eisini í Keypmannahavn borðreiða vit við føroyskum rávørum sum igulker og hummara. 

- Tað er ein barr, sum er umbygd til matstovu, og vit eru sera spent upp á tær níggju vikurnar, vit skulu vera í Keypmannahavn.

 

Kundarnir tykjast eisini spentir, tí longu nú, ein mánað, áðrenn matstovan letur upp, er helvtin av øllum borðsetingunum bíløgd.

- Tað er stuttligt at síggja, at vit vera so væl móttikin, og vit høvdu als ikki væntað, at undirtøkan fór at vera so góð, sigur Karin Visth.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.