Skip to main content

Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir lærarum til skúlaárið 2019/2020 í hesum lærugreinum:

 

Alisfrøði, støddfrøði, landafrøði, enskt, føroyskt, sálarfrøði, tónleik, lívfrøði, miðlakunnleiki, sølubúskapur, virkisbúskapur, kunningartøkni, innovatión,  altjóða búskapur.

Størvini verða sett út frá einari heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum, og kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv.

 

Útbúgving og royndir

Lærarar skulu hava kandidat- ella masterútbúgving frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving, ið gevur førleika at undirvísa á miðnámi.

Námsfrøðilig útbúgving er ein fyrimunur, men onki krav. Umsøkjarar, ið verða settir, skulu verða sinnaðir at fara undir námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar.

Viðkomandi undirvísingarroyndir eru ein fyrimunur.

 

Persónligir førleikar

Vit ynskja, at tú hevur hug og hegni at undirvísa, at tú ert fakliga væl fyri, og sjálvsagt at tú trívist saman við ungdómi og hevur ein positivan hugburð til at menna skúlan sum heild. Harafturat verður dentur lagdur á góðar málsligar førleikar og KT-førleikar.

 

Setunarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsókn

Umsókn við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. apríl 2019. Umsóknir skulu sendast til mis(at)skulin.fo.

 

Nærri kunning fæst við at venda sær til Guðrið E. Johansen, rektara, á tlf. 28 88 31 ella gudrid.johansen(at)skulin.fo