Skip to main content

Samanlagt er talan er seks lærarastørv.

 

Tímar eru serliga í hesum lærugreinum:

Enskum, føroyskum, støddfrøði og virkisbúskapi

 

Avloysaratímar og stakir tímar eru harumframt i hesum lærugreinum:

Tónleiki, vinnulívsrætti, latíni, fígging

 

Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum.


Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður, skal hava kandidat- ella masterútbúgving á 300 ects frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

Umsøkjarar, sum ikki hava námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar, skulu vera sinnaðir at fara undir hesa skjótast møguligt.

 

Viðkomandi undirvísingarroyndir eru ein fyrimunur.

Persónligir førleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar:

 

-         at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar

-         at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt

-         at leiða og leggja til rættis undirvísingarstøðuna

-         at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali

 

Harafturat verður dentur lagdur á:

-         at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði teir munnligu og skrivligu

-         at tú hevur góðar KT førleikar

 

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2019. Umsóknir skulu sendast til ums(at)kambsdalur.fo

Spurningar um størvini kunnu setast Páll Isholm, rektara, á pai(at)kambsdalur.fo

pai(at)kambsdalur.fo
Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo