Skip to main content

SEV sóknast eftir tveimum maskinmeistarum til elverkini í Suðuroy, har tilsamans níggju maskinmeistarar røkja streymveitingina til Suðuroynna. Arbeiðsstaður er Vágsverkið.

 

Eftirspurningurin eftir elorku í Suðuroynni er øktur nógv, og tí er streymveitingin í oynni styrkt við einum motori afturat á Vágsverkinum, umframt at aðrar skipanir verða settar upp. Streymveitingin í Suðuroy fevnir um vatnorku og termiska orku, og komandi ár verður virksemið víðkað við vindorku, tá 7 vindmyllur verða settar upp, sum eisini fara at hoyra til rakstrarøkið hjá Vágsverkinum.

 

 

Vágsverkið hevur ein framleiðslumátt á 13 MW býtt á 4 motorar. Nýtt Dagtangahús er bygt, og nýggj koplingarstøð er bygd við tveimum 20 KV transformarum.

 

Tvey elverk eru í Suðuroy:

•  Elverkið í Vági við fýra dieselmotorum á tilsamans 13 MW. Hesir motorar verða riknir við tungolju.

•  Elverkið í Botni, sum er eitt vatnorkuverk við tveimum turbinum á tilsamans 3 MW.

Harumframt verða 7 vindmyllur á 1 MW hvør, tilsamans 7 MW settar upp í Porkeri í 2020.

 

 

 

Tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.

 

Uppgávur

Arbeiðið umfatar rakstur og hald av elverkunum í Suðuroy, og talan er bæði um dagarbeiði og vaktarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

 

Vakthavandi maskinmeistari samskipar elveitingina millum Vágsverkið og elverkið í Botni, og harumframt hevur viðkomandi um hendi umsjón við netinum og koplingarleiðslu fyri elnetið í allari Suðuroynni. Arbeiðsstaður er Vágsverkið, har vaktin hevur tilhald. Arbeitt verður á og út frá hesum arbeiðsstaði til hini elverkini eftir tørvi, og flutningur fer vanliga fram við arbeiðsbili hjá SEV.

 

SEV

SEV bjóðar tær:

 

  • smidligar arbeiðsumstøður
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

 

Løn                                                                                               

Lønin er sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá. Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.

 

Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Jóanes Norðberg, verkmeistara á telefon nummar 222909, ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluna, á telefon nummar 218419. Umsóknarfreistin er mikudagin 22. mai 2019. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:

 

Elfelagið SEV

Postrúm 319

FO-110 Tórshavn

Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari

T-postur: [email protected] 

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Í elfelagnum starvast 170 ársverk undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.