Skip to main content

Berin hevur eitt áhugavert og avbjóðandi starv sum sálarfrøðingur ella sálarviðgeri
leyst at søkja.


Brennur tú fyri at gera ein mun hjá børnum, ungum og foreldrum, sum hava mist? Ella
hvørs avvarðandi eru rakt av álvarsamari sjúku? Ynskjur tú vera við til at varpa ljós á og
at menna hjálpina og yrkisførleikarnar innan sorgarøkið? So er hetta rætta starvið til
tín.


Talan er um starv á ¾ tíð, við møguleika fyri at fara upp í fulla tíð seinni. Starvstíðin er í
høvuðsheitum í dagtímunum (kvøldarbeiði uml. eina ferð um vikuna).


Um Beran

Berin er ein tvørfakligur, landsfelagsskapur, sum hevur verið virkin síðani 2003.
Endamál Berans er:
• Stuðul og hjálp til børn, ung ella foreldur, ið hava mist ella hvørs avvarðandi eru
rakt av álvarsamari sjúku
• vegleiðing og ráðgeving
• kunnandi og fyribyrgjandi virksemi


Arbeiðsuppgávur

• Einstaklinga- og familjusamtalur og sálarfrøðilig viðgerð í mun til kompliseraða
sorg
• Bólkaleiðsla/bólkaviðgerð
• Ráðgeving, vegleiðing og supervisjón
• Íverksetan av nýggjum tiltøkum og sjálvbodnum arbeiði
• Kunnandi virksemi, t.d. miðlan og framløgur/undirvísing innan sorg og kreppu
• Annað fyrifallandi arbeiði


Talan er um sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, har tú í samstarvi við leiðsluna, fær
møguleika til at ávirka og menna arbeiðsøkið og framtíðarkósina hjá Beranum.


Førleikar

• Tú hevur útbúgving og autorisatión sum sálarfrøðingur ella sálarviðgeri
• Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan sálarviðgerð til børn og ung,
og um tú hevur royndir innan supervisión og undirvísing
• Tú hevur góð umsorganar- og samstarvsevnir
• Tú megnar og sær fyrimunir í at arbeiða tvørfakligt
• Tú hevur viðkomandi kunnleika til almennar myndugleikar og
samstarvsfelagar


Setanar- og lønarviðurskifti

Starvsheitið er sálarfrøðingur ella sálarviðgeri, setanar- og lønartreytir eru sambært
avvarandi sáttmála. Setanarstaðið er Berin, Niels Finsensgøta 32, Tórshavn.


UmsóknSkrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum v.m. skal sendast til berin(at)berin.fo  

 
Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. Apríl 2019

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oddvør Poulsen,
leiðara, tlf. 222993.