Skip to main content

Hevði tú kunnað hugsað tær at verið við til at byggja upp nýggja hotellið hjá Atlantic Airways, Hilton Garden Inn Faroe Islands? Hevur tú áræði, dirvi og sølutev? Og gongur tú høgt uppí góðsku og eitt framúr gott tænastustig? So er tað kanska tær vit leita eftir.

 

Nýggja Hilton Garden Inn hotellið hjá Atlantic Airways, sum fer at liggja við Staravegin í Havn, leitar eftir sølu- og marknaðarleiðara. Hotellið verður partur av heimsumfevnandi og navnframu Hilton-ketuni, sum er kend fyri høga tænastustigið og dygd.

 

Tað verður tín uppgáva... 
■ at byggja upp ein Hilton kunda-skara í Føroyum 
■ at selja og marknaðarføra Hilton Garden Inn Faroe Islands í øllum heiminum 
■ at fyrireika og luttaka á ráðstevnum 
■ at samstarva við Hilton samtakið

 

Starvsførleikar 
■ Drúgvar sølu- og marknaðarroyndir 
■ Góð samskiftisevni í skrift og talu (føroyskt, skandinaviskt og enskt) 
■ Royndir við samráðingum á donskum og enskum

 

Vit vænta, at tú ... 
■ ert ágrýtin, fyrikomandi og gert alt fyri at náa teimum ásettu úrslitunum 
■ sært virðið í at veita okkara gestum eina framúr góða tænastu 
■ dugir og sært týdningin av at netverka 
■ sært samstarv sum ein lykil fyri at náa besta úrslitinum 
■ hevur eina analytiska og strategiska tilgongd

 

Setan 
Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt fjølbroytt, avbjóðandi og sjálvstøðugt starv í tøttum samstarvi við hotellstjóran Martin Restorff. Tú verður við til mynda hotellið og

virksemið heilt frá byrjan og fært sostatt stóran lut í framtíðar menningini.

 

Løn og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin verður á hotellinum. Roknast kann við nógvari ferðing í sambandi við arbeiðið.

 

Umsókn 
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til Martin Restorff, stjóra, mr(at)atlantic.fo í seinasta lagi: 30. apríl 2019.

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Vilt tú hava meira at vita? 
Set teg so í samband við Martin Restorff á tlf. 213757 ella á mr(at)atlantic.fo  

 

Hilton Garden Inn Faroe Islands er fyrsta altjóða hotellið í Føroyum. Hotellið verður eitt fýrastjørnað hotell, har dentur verður lagdur á góðar kundaupplivingar og framúr góða tænastu. Hotellið er partur av heimsumfevnandi og navnframu Hilton-ketuni, ið hevur 85 mió. fólk í sínum kundanetverki. Hotellið, sum verður bygt við Staravegin í Havn, fer at hava 130 kømur, matstovu og góðar ráðstevnu og fundarumstøður. Eftir ætlan letur hotellið upp fyri gestum á sumri 2020.