Skip to main content

Um starvið

Starvið sum sølufólk er avbjóðandi. Tú kemur at hava stóra ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt.

Viðkomandi kemur at vísa til Óla Hansen, søluleiðara. Tú verður partur av søludeildini, men kemur eisini at arbeiða í tøttum samstarvi við framleiðsludeildina, fyri at optimera sølu og framleiðslu av okkara vørum. Starvið er mennandi og spennandi, um tú trívist við at samskifta við og selja til kundar úr øllum heiminum.
Starvsstaðið verður í Sørvági og roknast má við nakað av ferðing.

 

Arbeiðsuppgávurnar

  • søla av okkara laksavørum á altjóða marknaðinum
  • uppfylging av sølum
  • uppsøkjandi søluarbeiði
  • kundavitjanir og kundarøkt
  • fyrireiking og luttøka á sølumessum
  • aðrar uppgávur

 

Førleikakrøv

  • sølustarvsroyndir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt
  • tað er ein fyrimunur við viðkomandi útbúgving innan sølu og marknaðarføring
  • hevur áræði og ert ágrýtin at selja
  • hevur lætt við at gera uppsøkjandi søluarbeiði
  • ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevnir
  • ert væl skipað/ur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum
  • ert málsliga stinn/ur í skrivligum og munnligum enskum, føroyskum og skandinaviskum
  • hevur góðar telduførleikar

 

Afturat hesum mást tú vera fleksibul og tá tørvur er fyri tí vera til reiðar til at avgreiða uppgávurnar uttanfyri vanliga arbeiðstíð og í vikuskiftum.

 

Talan er um fulltíðarstarv

 

Løn og setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu við arbeiðsgevara

 

Umsókn

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla Hansen, Søluleiðara, tel. +298 221771 [email protected], ella til Atla Gregersen, stjóra, á tel. +298 210257 ella [email protected]

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 6. mai 2019

 

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til starv(at)hiddenfjord.com 

 

 

P/F Luna, sum framleiðir HiddenFjord laks, hevur verið í stórari menning í gjøgnum nógv ár. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling og góðskingarvirki. Tað arbeiða uml. 150 fólk hjá okkum. Vegna støðugan vøkstur og eftirspurning eftir okkara góðskugóða og vælumtókta laksi, kunna vit bjóða eitt