Skip to main content

Ert tú byggifrøðingur ella hevur aðra hóskandi útbúgving, er eitt spennandi starv í teknisku umsiting í Eysturkommunu leyst at søkja.

 

Talan er um eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har tann setti hevur møguleika at seta dám á gerandisdagin og menna tekniska økið í kommununi.

 

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir í verkætlanum, royndir frá kommunalari umsiting, kunnleika til 360 journalskipanina, kunnleika til ArcGIS kortskipaninia og dugir at brúka AutoCAD ella Revit.

 

ARBEIÐSØKIÐ

·         byggimálsviðgeri

·         verkætlanir

·         viðgerð og avgreiðsla av innkomnum málum á tekniska økinum

·         samskifta við borgara og myndugleikar

·         skráseting

 

FØRLEIKAR

·         byggifrøðingur ella líknandi útbúgving

·         kunnleika til byggisamtyktir og býarskipanir

·         góðan telduførleika

·         opin og fyrikomandi og góð evni at samstarva

 

Lønar- og setanartreytir

Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett 1. juni 2019, ella eftir nærri avtalu. Tann setti vísir beinleiðis til tekniska leiðaran.

 

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og KAF.

 

Umsóknir

Umsóknin saman við CV skal sendast til:

eystur(at)eystur.fo   

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 13. mai 2019.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Ósá, tekniska leiðara á telefon 730013 ella á [email protected]