Skip to main content

Vit sóknast eftir einum fólki at arbeiða sum avloysari í virðisbúrinum á Posta, at byrja skjótast til ber.  

 

Í høvuðsheitum snýr starvið seg um at handfara post við skrásetingartali so sum virðispost og pakkapost. Tú kemur at arbeiða saman við øðrum ágrýtnum, royndum og dugnaligum fólki á Posta.

 

Vit vænta, at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og at tú vísir ábyrgd. Tú kemur at handfara nakað av vøru, og tí er neyðugt, at tú ert hampiliga væl fyri kropsliga.

 

 

Tú:

• ert ágrýtin og jalig/-ur

• ert skipað/ur

• hevur telduførleika á brúkarastigi

• tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við Navision, men er hetta ikki eitt krav.

 

Vit:

Kunnu bjóða tær eitt spennandi og av-bjóðandi starv í einum jaligum umhvørvi, har øll eru partar av eini heildarætlan, sum skal bera nýggja Posta fram.

 

Talan er um eitt fulltíðarstarv, tó við skiftandi arbeiðstíðum. Løn sambært sáttmála við Starvsmannafelagið.

Spurningar:

Spurningar um starvið kunnu setast Bartal N. Poulsen á telefon 23 61 36 ella til
bnp(at)posta.fo  

 

Skrivlig umsókn skal sendast til:

Posta

Att.: Bartal N. Poulsen

Óðinshædd 2

100 Tórshavn

 

Viðmerk “Umsókn”

ella til posta(at)posta.fo  og verða okkum í hendi í seinasta lagi hin 24. mai 2019.

 

 

Posta røkkur hvørt stað í landinum hvønn dag. Posta fevnir um umleið 120 ársverk, 60 bilar, eina sølu á gott 114 mkr og virksemi kring alt landið.