Skip to main content

Kundatænastudeildin hjá SEV sóknast eftir tænastusinnaðum fólki við tev fyri tølum. Deildin varðar av alskyns uppgávum innan kundatænastu og skuldarbókhald. Arbeiðsuppgávur okkara fevna um at røkja samskiftið um avrokning við teir 26.000 elkundarnar í Føroyum. Í Kundatænastudeildini eru 6 starvsfólk, 4 í Tórshavn, 1 í Klaksvík og 1 í Vági. Starvsfelagin, vit sóknast eftir, fær  arbeiðsstað í Havn.

 

Um starvið

Talan er um eitt fulltíðarstarv, at seta 1. september 2019, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsuppgávurnar eru bæði innan kundatænastu og bókhald, tó eru bókhaldsuppgávurnar størsti parturin av arbeiðinum.

 

Førleikar

Vit vænta, at tú hevur 2-3 ára útbúgving innan roknskap, umframt  fjølbroyttar og viðkomandi arbeiðsroyndir. Vit vænta, at tú dugur væl at samskifta og samstarva. Eisini ynskja vit okkum ein framsóknan og virkisfúsan starvsfelaga, sum ikki smæðist við at átaka sær nýggjar avbjóðingar.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan skuldarbókhald og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir.

 

 

 

 

SEV

Tú verður partur av einum starvsfólkahópi, sum dagliga arbeiðir fram ímóti málinum um 100 prosent burðardygga elframleiðslu í 2030.

 

Vit bjóða tær:

 

·         fjøltáttaðan arbeiðsdag

·         ávirkan á egið arbeiði

·         fakliga menning

·         viðkomandi skeið

 

Á SEV eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi.

 

Løn

Løn sambært sáttmála við Starvsmannafelagið

 

Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Onnu Malenu Petersen, deildarleiðara, á telefon 34 68 00. Umsóknarfreistin er mikudagin hin 22. mai 2019. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:

 

Elfelagið SEV,

Postrúm 319,

FO-110 Tórshavn

Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari

T-postur: [email protected]

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Í elfelagnum starvast 170 ársverk undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.