Skip to main content

Eysturkommuna søkir eftir vatnmeistara at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsøki:

·         at syrgja fyri at, drekkivatnsgóðskan livir upp til krøv frá mynduleikunum

·         ábyrgd av leiðingsarbeiði í samband við nýgerð og umvæling á           drekkivatnsnetinum

·         skráseta leiðingar, ventilar, brandpostar

·         at meta um, hvør tørvur er á nýíløgum, nýgerð o.s.fr. á nevndu økjum

·         at hava umsjón við, røkja og viðlíkahalda spillvatnspumpur og neyðgeneratorar

·         aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikar:

Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tann, sum settur verður, hevur maskinmeistaraútbúgving  og hevur royndir frá líknandi arbeiðið.

Tann sum settur verður má hava koyrikort.

Vit vænta, at tú ert samstarvandi, arbeiðsamur/som, dugnalig/ur og vælskipað/ur. Umráðandi er, at tann, ið sett/ur verður, eru fyrikomandi og ein arbeiðsglað/ur starvsfelagið.

Setanarviðurskiftir:

Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarandi yrkisfelag og KAF.

Umsóknir:

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til: 

[email protected]

Umsóknir skulu vera Eysturkommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin, 20. mai 2019.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til John Høgnesen, tlf. 730026.