Leita á in.fo

 07.02.2019 (09:02)

ONGIN DÓMARI – ONGIN DYSTUR

Starvslýsing: Fótbóltssamband Føroya søkir eftir kvinnuligum dómarum at byrja skjótast tilber. Lønin er góð, 30.000 skattafríðar krónur árliga

 

Kundi tú hugsað tær eitt frítiðarstarv, sum mennir teg sum leiðara og gevur tær dirvi at tora at taka leiðslu og skjótar avgerðir, so er rætta starvið her!

 

 

Starv og arbeiðsuppgávur
Starvið sum dómari er fyri tað mesta leygardag, sunnudag seinnapart og okkurt kvøld mitt í viku. Tað er ein fyrimunur at tú ert í góðum formi – um ikki, hjálpa vit tær fegin at koma í gongd. Vit vænta, at tú setur tíð av til fysiska venjing og fyrireiking til dystirnar.



Dómaraleiðarin í Fótbóltssambandi Føroya syrgir fyri, at tú fært grundskeið í fótbóltslógini, sum gevur tær FSF grunddómaraskeiðið.

 

 

Harumframt fært tú skeið í at nýta skipanina Comet, sum verður brúkt til at skráseta dystir, dómaraseðlar o.a.

 

 

Væntanir til tín
Áhuga í fótbólti, dirvi at taka avgerðir og árræði at læra fótbóltslógina. Góðar sosialar førleikar og góðan kropsligan form.

 

 

Setanar- og lønarviðurskifti
Dómarin verður løntur sambært sáttmála millum Dómarafelag Føroya og Fótbóltssamband Føroya. Lønin er tengd at, hvørjari deild ein dømir í. Lønin verður útgoldin sum ítróttarløn, tvs. at ein kann forvinna upp til 30.000 skattafríðar krónur árliga.

 


Umsókn
Skrivlig umsókn skal sendast til Lassin Isaksen, lassin(at)football.fo. 

 

 

Freist
Umsóknir skulu sendast skjótast gjørligt og í seinasta lagi 25. februar 2019.



Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Lassin Isaksen, dómaraleiðara hjá Fótbóltssambandi Føroya, tel. 29 19 80.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.