fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 1.9m/s

Leita á in.fo

 19.06.2017 (10:43)

Privatkunda- ráðgevi til deildina í Tórshavn

Brennur tú fyri at veita góða ráðgeving og at náa góðum úrslitum? Ert tú málsøkin, og hevur tú hug at verða partur av einum sterkum ráðgevaratoymi í einum spennandi samtaki? So er tað júst tær, vit sóknast eftir til deildina í Havn, sum eisini fevnir um økini Vágar og Norðurstreymoy.

Starvið

Sum privatkundaráðgevi í BankNordik er tín fremsti leiklutur at veita dygdargóða heildarráðgeving við støði í tørvinum hjá kundanum.

 

Starvið inniber tætt samskifti við bæði verandi og nýggjar kundar, og tað er umráðandi, at tú tímir og dugir at koma í samband við nýggjar kundar. Tú fært harafturat ein virknan leiklut í áhaldandi menningini av tænastum og kundarøkt í bankanum.

 

Starvið inniheldur nógvar ymiskar uppgávur, og tú skalt m.a. ráðgeva um lán, pensjón, trygging, íløgur og fíggjartænastur annars.

 

Førleikakrøv

Vit ímynda okkum, at tú:

·         ert útbúgvin í peningastovni

·         leggur dent á at veita eina serliga góða tænastu

·         ert málsøkin og brennur fyri at náa ítøkiligum úrslitum

·         dugir væl at fáa og varðveita eitt gott samband við nýggjar kundar

·         hevur góð samskiftisevni og ert samstarvssinnað/ur

·         ert opin, framsøkin, úrslitagóð/ur og nýhugsandi

 

Sum privatkundaráðgevi í BankNordik ert tú fyrikomandi, og tú gevur títt íkast til at skapa trivnað umframt eitt gott fakligt arbeiðsumhvørvi.

 

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi

 

Tú verður partur av einum eldhugaðum toymi, ið leggur stóran dent á at tryggja kundanøgdsemi við ráðgeving, ið tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka, og sum á tann hátt skapar virði fyri kundan.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við lívsrensli og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. juli 2017. Til ber at senda umsóknir til hr(at)banknordik.fo

 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Súsannu Rasmussen, deildarstjóra, á telefon 330 330/ 230 429 ella á sr(at)banknordik.fo

 

Um samtakið

 

BankNordik hevur fimm deildir í Føroyum, fjúrtan í Danmark og eina í Grønlandi. Harumframt hevur BankNordik dótturfeløgini Trygd, Skyn og NordikLív í Føroyum. Samtakið hevur høvuðssæti í Tórshavn. Umleið 450 fólk starvast í samtakinum. 

 

 

 

 

 

hava deilt hesa grein.