fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 2.1m/s

Leita á in.fo

 05.10.2017 (11:20)

Prøvatakari til Havstovuna

Søkt verður eftir einum fólki (M/K) at taka prøvar av landingum í Eysturoy og Norðoyggjum.

Prøvatakarin skal kunna arbeiða sjálvstøðugt, vera ágrýtin og áhugaður í fiskivinnuni.

 

Arbeiðið sum prøvatakari fevnir í høvuðsheitum um at:

-       Halda seg kunnaðan við, nær og hvar skip ella bátar landa

-       Fara út á landingarstøðini og fáa fisk at taka prøvar av

-       Máta longd og vekt av fiski og taka nytrur

-       Senda tilfarið til Havstovuna.

 

Eingi krøv eru til útbúgving ella royndir, og tú fært upplæring á Havstovuni. Góð samstarvsevni er ein treyt.

Møguleiki er fyri í stóran mun at skipa arbeiðstíðina sjálv/ur.

Arbeiðsbilur verður tøkur.

 

Starvið er tímalønt. Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

hav(at)hav.fo

ella

Havstovan

Nóatún 1, P.O. Box 3051

FO-110 Tórshavn

 

og skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 25. oktober 2017.

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Petur Steingrund, deildarleiðara, teldupost peturs(at)hav.fo ella Eilif Gaard, stjóra, teldupost eilifg(at)hav.fo, á tlf. 353900. Web: www.hav.fo

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.