Leita á in.fo

 07.12.2017 (10:53)

Ráðgevi til Stjórnarskrivstovuna

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og framsøknum starvsfelaga til Stjórnarskrivstovuna. 

Starvið

Sum starvsfólk á Stjórnarskrivstovuni í Føroya størsta peningastovni fært tú ein spennandi og fjøltáttaðan gerandisdag har tú, umframt ymiskar fyrisitingarligar og praktiskar uppgávur, eisini fert at taka tær av uppgávum innan ráðgeving, samskipan og arbeiða við verkætlanum.

 

Yvirskipaðu uppgávurnar eru at røkja ymiskar fyrisitingarligar og praktiskar uppgávur, ið eru knýttar at Stjórnarskrivstovuni. Harumframt fert tú at veita ráðgeving og samskipa ymiskar uppgávur fyri leiðsluna, eins og tú fert at luttaka í verkætlanararbeiði av ymiskum slag.

 

Høvuðsuppgávurnar eru sostatt:

  • at røkja ymiskar fyrisitingarligar og praktiskar uppgávur, ið Stjórnarskrivstovan varðar av.
  • at veita ráðgeving og samskipa ymiskar uppgávur fyri leiðsluna.
  • at luttaka í verkætlanararbeiði av ymiskum slag, og í hesum sambandi virka fyri einum tøttum innanhýsis     samstarvi.

 

Førleikakrøv

Til starvið sóknast vit eftir einum starvsfelaga, sum:

 

  • hevur viðkomandi hægri útbúgving
  • hevur áhuga fyri og innlit í virkisleiðslu og strategi
  • hevur góð analytisk evni
  • hevur sjálvstøðugt arbeiðslag
  • er opin, framsøkin, samstarvssinnaður, úrslitagóður og nýhugsandi

Harafturat vænta vit, at tú ert fyrikomandi og tekur virknan lut í at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi.

 

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum góðum, nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi.

 

Tú verður partur av einum fakliga sterkum og eldhugaðum toymi, ið fevnir um Stjórnarskrivstovuna, Risk Management, Compliance og Investor Relations.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við lívsrensli (C.V.) og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. desember 2017. Umsóknin skal stílast til hr(at)banknordik.fo.

 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Arna Mikkelsen, deildarleiðara, á armi(at)banknordik.fo ella á tlf. 230 435.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.