fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

 15.06.2017 (15:22)

Rannsóknarstovan Bioanalytikari

Eitt fulltíðarstarv sum bioanalytikari er leyst til setan frá 01. septembur 2017.

 

Á Rannsóknarstovuni eru tvær sergreinar, klinisk biokemi og klinisk immunologi/blóðbanki. Hvørja viku eru bioanalytikarar á læknasmiðstøðunum í Runavík og Gøtudali, har blóðroyndir verða tiknar. Eisini verða blóðroyndir tiknar á stovnum og í privatum heimum.

 

Førleikakrøv.

  •          Umsøkjarin skal hava prógv og góðkenning sum bioanalytikari
  •          Góð samstarvsevnir og fleksibilitet
  •          Evnir at arbeiða sjálvstøðugt og at skapa sær yvirlit

 

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Báru S. Klakstein, leiðandi bioanalytikara, telefon 22 79 24 ella teldupost: bara(at)ks.fo.

 

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Bioanalytikarafelagið.

 

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn(at)ks.fo

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 3. juli 2017.

hava deilt hesa grein.