Leita á in.fo

 12.06.2018 (14:42)

ROÐIN ØKISTÆNASTAN SØKIR EFTIR EINUM FYSIOTERAPEUTI.

Í Roðanum økistænastuni er málið at eldri borgarar í Runavíkar,- Nes – og Sjóvar kunmmunu skulu kunna liva og luttaka í samfelagnum og at tey skulu kunna vera sum longst í egnum heimi. Tí vilja vit stuðla undir, at tey varðveita, menna og endurvinna sín virkisførleika, soleiðis at tey er so virkin og sjálvbjargin sum gjørligt og samstundis varðveita sína heilsustøðu. Roðin vil vera partur í at fyribyrgja afturgongd í førleikastøðuni hjá aldrandi borgaranum.

 

Arbeiðið hjá fysioterapeutunum fer fram í venjingarhølunum, heima hjá borgaranum og á teimum trimum heimunum í Roðanum: Sjóvarlon, Vesturskin og Ellis- og røktarheiminum.  

 

SØKT VERÐUR EFTIR:

Einum fysioterapeuti í fast starv  á starvsbrøki 1.0 svarandi til 40 tímar um vikuna. Starvið er til setan 1. august 2018.

 

TÚ KEMUR AT VIRKA Í EINUM TOYMIÐ IÐ HEVUR ÁBYRGD FYRI:

  • At kanna, greina og meta um virkisførleikar og í mun til hetta at seta átøk í verk til eldri borgarar.
  • At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.
  • Heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.
  • Undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.
  • At meta um og søkja um hjálpartól

 

FØRLEIKAKRØV OG VÆNTANIR:

  • Útbúgvin fysioterapeutur
  • Áhuga í at arbeiða innan eldraøki
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • Virkisfýsni og áhuga í at menna tænastuna
  • Tolir broytingar í arbeiðsuppgávum

 

 VIT KUNNU BJÓÐA:

  • Eitt jaligt, framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á at stuðla eldri borgarum í at megna sín gerandisdag.
  • Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.

 

LØNAR- OG SETANARTREYTIR:

Verða sambært sáttmálan millum Fysioterapeutfelag Føroya og KAF/Fíggjarmálaráðið

 

Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Eyðbjørg Joensen, deildarleiðara, á tlf. 793363 ella við telduposti til eydbjorgj(at)rodin.fo. 

 

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda við telduposti til rodin(at)rodin.fo ella við posti til Roðin økistænastan, Friðartún 1, 620 Runavík.

 

Umsóknarfreistin er 02.07. 2018.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.