Leita á in.fo

 12.06.2018 (14:46)

ROÐIN ØKISTÆNASTAN SØKIR EFTIR SJÚKRARØKTARFRØÐINGI TIL HEIMATÆNASTUNA.

Talan er um eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur fyri sjúkrarøktarfrøðing í barnsburðafarloyvi.  Starvsbrøkurin er  0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru um dagin og um kvøldið og 3. hvørt vikuskifti. Harafturat eru nakrar tilkallivaktir um mánaðin. Starvið er til setan skjótast tilber og til 1. januar 2019.  

 

Heimasjúkrarøkt fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing til fólk í øllum aldri, sum búgva heima. Endamálið er at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.


FØRLEIKAKRØV

• 

Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing

Góð evni at samskifta í skrift og talu

Hug at arbeiða og samstarva í einum tvørfakligum toymi.

KT-førleika á brúkarastøði


VIT BJÓÐA TÆR

• 

ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum

eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar

møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum


SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.



MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, deildarleiðara í heimatænastuni Telefon 793304 ella við telduposti til kristbjorgt(at)rodin.fo

 

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til [email protected]. Viðmerkjast skal: ”Sjúkrarøktarfrøðingur til heimatænastuna”


Umsóknarfreistin er 27. juni 2018.

 

MÁLIÐ HJÁ ØKISTÆNASTUNI ROÐANUM ER:

  • Støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
  • At veita eina tænastu sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
  • At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar,-Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.