fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 2°C

Vindur 2.3m/s

Leita á in.fo

 11.01.2018 (12:06)

ROÐIN SØKIR EFTIR HEILSURØKTARUM TIL MIÐSTOVU Á RØKTAR- OG ELLISHEIMINUM Í RUNAVÍK.

Søkt verður eftir:

 -Tveimum heilsurøktarum á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

 

FØRLEIKAKRØV

• 

Prógv og góðkenning sum heilsurøktari

Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing

Góð evni at samskifta í skrift og talu

Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í
menning

KT-førleika á brúkarastøði


VIT BJÓÐA TÆR

• 

ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum

eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar

møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum


Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki størvini, kunnu aðrir fakbólkur verða settir – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða til setan 1. mars 2018 og verða lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Elinborg Potts, deildarleiðara í Miðstovu. Telefon 290204 ella við telduposti til elinporgp(at)rodin.fo

 

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til [email protected]. Viðmerkjast skal: ”Heilsurøktari til Miðstovu”.
Umsóknarfreistin er 26.januar 2018


MÁLIÐ HJÁ ØKISTÆNASTUNI ROÐANUM ER:

  • Støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
  • At veita eina tænastu sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
  • At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar,-Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.