Leita á in.fo

 13.02.2018 (08:41)

Samskipari til fyribyrging og týning av rottu

Umhvørvisstovan søkir eftir fólki at samskipa og vegleiða um at fyribyrgja og týna rottu.

 

Í sambandi við, at nýggj kunngerð um at fyribyrgja og týna rottu er sett í gildi, er uppgávan at samskipa fyribyrging og týning av rottu løgd til Umhvørvisstovuna. At taka sær av uppgávuni søkja vit eftir fólki til økið.

 

Starvið

Samskiparin skal samskipa og vegleiða kommunum, virkjum, jarðareigarum o.ø. um at fyribyrgja og týna rottu. Talan er um nýtt starv við nógvum og fjølbroyttum uppgávum.

 

Uppgávurnar verða m.a. hesar:

• samskipa arbeiðið at fyribyrgja og týna rottu í bygdum og óbygdum økjum í samráð við kommunur,

• vegleiða kommunum, jarðareigarum o.ø. um at fyribyrgja og týna rottu,

• vegleiða kommunum, ið varða av oyggjum, har eingin rotta er,

• hava eftirlit við, at kunngerðin um at fyribyrgja og týna rottu verður hildin,

• innflyta, umsita og útflýggja rottueitur, útgerð o.a. til rottutýning, og vegleiða um nýtslu, handfaring o.a.,

• savna tilfar og gera uppgerðir yvir framd átøk at fyribyrgja og týna rottu í Føroyum,

• saman við kommununum eftirmeta tiltøk at fyribyrgja og týna rottu,

• gera og dagføra vegleiðing um at fyribyrgja og týna rottu.

 

Førleikar

Tú hevur útbúgving sum lívfrøðingur, verkfrøðingur, umhvørvisverkfrøðingur ella líknandi. Tú ert fjølbroytt(ur) og kanst útinna ymiskar uppgávur, eitt nú vera myndugleiki, samskifta og finna loysnir, arbeiða bæði ástøðiliga og verkliga. Tú ert fús(ur) at ogna tær nýggja vitan um rottu.

 

Áhugi og kunnleiki til náttúru og umhvørvi og royndir í at fyribyrgja og týna rottu eru fyrimunir.

Fyri at røkja starvið krevst útbúgving og løggilding í rottutýning. Um neyðugt skipar Umhvørvisstovan fyri, at tú fært neyðugu útbúgvingina.

Tú hevur teldukunnleika á brúkarastigi og evni til at samskifta við onnur í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Tú hevur koyrikort til bil.

 

Setanarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv at byrja 1. mars 2018 ella skjótast gjørligt.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Starvsstað er Umhvørvisstovan.

Umsókn, saman við prógvum, CV o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 21. februar 2018. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til us(at)us.fo ella sum bræv.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á Vernd.

 

Umhvørvisstovan · Traðagøta 38 · Postboks 2048 · 160 Argir · tlf. 342400 · us(at)us.fo · www.us.fo 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.