Leita á in.fo

 07.12.2017 (07:27)

Samskipari til norðurlendska arbeiðsbólkin fyri vistskipanir á landi (TEG)

Umhvørvisstovan søkir samskipara til norðurlendska arbeiðsbólkin fyri vistskipanir á landi, (Terrestrisk økosystemgruppe, TEG).

Starvið er tíðaravmarkað til endan á 2018. Møguleiki er fyri, at starvið verður longt í trý ár.

 

 

Starvið
Samskiparin hevur ábyrgdina av dagliga arbeiðinum í bólkinum herundir at umsita árligu játtanina til verkætlanir og samskifta við umsøkjarar og verkætlanar­leiðarar.

 

 

Arbeiðsbólkurin arbeiðir við náttúruvernd, lívfrøðiligum margfeldi, vistskipanum og evnum innan frítíðarvirksemi og útilív, landsløg og mentanarumhvørvi. Limirnir í TEG eru úr náttúru- og umhvørvisfyrisitingunum í øllum norðurlondum.

 

 

Starvið fevnir m.a. um at fyrireika fundir og seta í verk avgerðir hjá bólkinum, og eitt nú at gera árs- og støðufrágreiðingar. Tú skalt umsita peningaligu viðurskiftini hjá bólkinum og umsita verkætlanir, t.e. gera sáttmálar, útgjald og fáa inn frágreiðingar o.a. Harafturat skalt tú røkja heimasíðu bólksins.

 

 

Tú arbeiðir saman við limunum í bólkinum, og við skrivstovuni hjá norðurlendska ráðharraráðnum í Keypmannahavn, eins og við samskip­arunum hjá hinum sjey arbeiðsbólkunum innan norðurlendska umhvørvissamstarvið.

 

 

Ferðing í norðurlondum er partur av arbeiðinum.

 

 

Førleikar
Tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir innan fyrisiting, verkætlanarleiðslu og fíggjarstýring. Áhugi fyri og kunnleiki til náttúru, umhvørvi, frítíðarvirksemi og útilív eru fyrimunir.

 

 

Arbeiðsmálið er eitt av skandinavisku málunum (danskt, norskt ella svenskt), og skalt tú kunna samskifta bæði munnliga og skrivliga á hesum máli og á enskum. Tú skalt eisini skilja onnur norðurlendsk mál.

 

 

Royndir í norðurlendskum ella altjóða samstarvi eru ein fyrimunur.

 

 

Starvið er sjálvstøðugt og fjølbroytt. Umráðandi er at arbeiða skipað.

 

 

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv at byrja 1. februar 2018, og er fyribils avmarkað til 31. desember 2018. Møguleiki er at leingja starvið í trý ár.

 

 

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Starvsstaðið er Umhvørvisstovan.

 

 

Umsókn, saman við prógvum, CV o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. desember 2017. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til us(at)us.fo ella sum bræv.

 

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á Vernd, ella Petter Mahrs, núverandi samskipara í TEG, Petter.Mahrs(at)naturvardsverket.se, tlf. +46 10 698 12 41.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.