fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 1.9m/s

Leita á in.fo

 30.05.2017 (11:30)

Shipping lærlingur til Faroe Ship

Vil tú starvast í einum spennandi altjóða umhvørvi, har tingini ganga skjótt, og hvør dagur hevur við sær nýggjar avbjóðingar, so er møguleikin her. Faroe Ship leitar eftir einum eldhugaðum og virknum shipping lærlingi.

 

Læruplássið

Sum lærlingur í Faroe Ship fært tú eina altjóða viðurkenda speditør-útbúgving, ið hevur við sær starvsmøguleikar innan flutnings- og farmavinnuna í øllum heiminum.

 

Lærlingar hjá Faroe Ship taka lut í øllum arbeiði innan shipping, logistikk og speditión. Tú lærir, hvussu ymsa góðsið skal handfarast, at samskipa og selja, senda rokningar, avgreiða fraktpappír og samskifta við kundar í øllum heiminum.

 

Førleikar

Rætti umsøkjarin hevur hug at starvast á einum skiftandi og avbjóðandi arbeiðsplássi, har stór krøv verða sett til eginleikarnar at samskipa og samskifta. Vit vænta, at tú hevur:

 

  • áhuga fyri sølu og kundatænastu
  • forvitni og hug at seta teg inn í nýggja tøkni
  • evni at halda nógvum bóltum í luftini í senn
  • góð samstarvsevni og ídni at røkka settum málum
  • dugir væl føroyskt, danskt og enskt í skrift og talu
  • FHS, HH, HTX, HF ella studentsprógv (ella verður liðug/ur í summar)

 

Lærutíðin

Lærutíðin er tengd at útbúgvingini hjá umsøkjaranum. Eitt nú er lærutíðin:

 

  • 3 ár við FHS-prógvi
  • 2,5 ár við students-, HF- ella HTX-prógvi
  • 2 ár við HH-prógvi

 

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett skjótast til ber. Arbeiðsplássið er á Eystaru Bryggju í Havn. Lønin er sambært sáttmála hjá S&K.

 

Umsókn

Umsóknir saman við ævilýsing skulu sendast til jobs(at)faroeship.fo í seinasta lagi 27. juni 2017. Nærri fæst at vita um starvið frá Dávur Traber, stjóra fyri innflutningsdeildina, á telefon 549010.

 

Faroe Ship

hava deilt hesa grein.