Leita á in.fo

 14.03.2019 (14:08)

Sjóndepilin søkir eftir starvsfólki til køkin

Søkt verður eftir starvsfólki til køkin á Sjóndeplinum á Íslandsvegnum til 20 tímar um vikuna.

 

Vanlig arbeiðstíð er týsdag, mikudag og hósdag – tá Dagtilhaldið er virkið.

 

Starvið umfatar:

  • Ábyrgd av køkinum
  • Matgerð
  • Ábyrgd av innkeypi
  • Planleggja og gera viku ætlanir
  • Verða blindu og sjónveiku borgarunum til hjálpar

 

 

Krav til fakligar førleikar:

  • Viðkomandi útbúgving
  • Hava royndir at gera mat til nógv fólk
  • Hava teldu førleika
  • Hava koyrikort

 

 

Krav til persónligar førleikar:

  • Jaligur
  • Góð samstarvsevnir
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • Gera heilsu góðan mat
  • Málsøkin innan matgerð
  • Hava hugflog

 

 

Sjóndepilin bjóðar:

  • Fakliga frálæru um sjón og sjóntrupulleikar
  • Atlit og arbeiðshættir
  • Góðar arbeiðis umstøður
  • Møguleikar fyri menning
  • Góðar starvsfelagar

 

 

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

 

Starvið verdur sett 1. mai ella eftir nærri avtalu. Skrivlig umsókn við prógvum og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 1.apríl 2019.

 

Umsóknin skal sendast til:

Sjóndepilin

att. deildarleiðarin

Boks 2074

FO-110 Tórshavn

Ella sum teldupost: dia(at)sjondepilin.fo 

 

Eru fyrispurningar, kunnu tit ringja á tlf. 31 8224 og spyrja eftir deildarleiðaranum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.