Skip to main content

Á Eldrasambýlinum Gøtubrá er eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur leyst at søkja. Talan er um eitt nýtt starv á 30 - 35 tímar um vikuna. Arbeiðið verður skipað við dagvaktum gerandisdagar. Eftir ætlan skalt tú byrja í starvinum tann 1. juni 2019.

 

Tú skalt brenna fyri at skapa góð og virðilig kor fyri eldri borgarum. Arbeiðið krevur, at tú hevur eina góða innliving, ert tolin, hevur eitt lætt sinni og eitt gott skemtilyndi.

 

Tú:

·         Ert útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur

·         Dugir at arbeiða sjálvstøðugt

·         Ert væl skipað/ur og hevur góð tvørfaklig samstarvsevnir

·         Hevur góð samskiftisevnir, eins og førleika, áhuga og hegni til at veita eldri borgarum stuðul og hjálp til at megna sín gerandisdag

·         Hevur vitan um demenssjúkur (ein fyrimunur men ikki eitt krav)

·         Hevur evni og áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing

·         Hevur evni og áhuga í at vera kreativ/ur og nýhugsandi í arbeiðinum

·         Ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum

 

Gøtubrá er eitt eldrasambýli skipað í tveimum eindum. Ein røktardeild við 10 búplássum og ein demensdeild við 8 búplássum. Vit eru eitt arbeiðspláss í støðugari menning. Í løtuni arbeiða vit við at skipa fyri betri karmum og mannagongdum, sum kunnu tryggja húsfólkunum dygdargóða røkt. Í løtuni hava vit ein sjúkrarøktarfrøðing sum arbeiðir dagvaktir gerandisdagar. Hon hevur ábyrgd fyri sjúkrarøktini á báðum eindunum. Framyvir skal arbeiði skipast við tveimum sjúkrarøktarfrøðingum í dagvaktum, sum dagliga samstarva. Tann eini sjúkrarøktarfrøðingurin fær høvuðsábyrgd fyri sjúkrarøktini á røktardeildini og hin á demensdeildini.

 

Vit bjóða:

·         Eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi

·         Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar

·         Gott samstarv við onnur fakfólk

 

Setan og løn

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir nærri kunning, ert tú vælkomin at ringja til Jónhild Abrahamsen, deildarleiðara á Gøtubrá á tlf. 73 02 52

 

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 23. apríl 2019. Umsóknirnar skulu sendast til:

Nánd - Oyran 2, 512 Norðragøta, ella á teldupost: nand(at)eystur.fo

Vit ætla at hava setanarsamrøður tann 26. Apríl.

 

 ____________________________________________________________________________
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Sí meira um Nánd á www.eystur.fo