Leita á in.fo

 04.12.2018 (11:50)

Sjúkrarøktarfrøðingur til Herberg frelsunarhersins og Viðgerðarstovnin Frælsi

Talan er um fulltíðarstarv.

 

Starvið verður sett i samráð við avvarðandi fakfelag.

 

Tann, ið settur verður, má arbeiða samsvarandi kristiligu grundhugsan Frelsunarhersins.

 

Vit tilskjilja okkum rætt at seta tann, ið er best egnaður.

 

Sjúkrarøktarfrøðingur

• Ábyrgd av móttøku – at samskripa innlegginar og útskrivingar, farloyvi o.l.

• At halda innleggingarsamrøður

• At fáa yvirlit yvir heilstøðuna hjá teimum ungu og hvussu tey klára seg

• At skipa fyri læknavitjanum og fylgja ungdóminum upp um hesar

• Hava ábyrgd av neyðugari heilsufakligari upplæring av tí unga og starvsfólkum.

• Hava ábyrgd av heilivágnum hjá ungdóminum

• Hava ábyrgd av viðgerðini

• Samstarva við neyðugar myndugleikar og avvarðandi

• Fyrisitingarliga ábyrgd

- kvalitetsstrygging

- internar mannagongdir fyri rakstur og árliga eftirmeting av teimum

- skjalaskipan

- Saman við leiðaranum hava ábyrgd fyri neyðugum og kravdum frágreðingum til millum annað Frelsunarherin og aðrar myndugleikar

 

Førleikar: Sjúkrarøktarfrøðingur, koyrikort, góðar

skrivligar og munligar førleikar

 

Umsóknarfreistin er 1. januar 2019

 

Um tygum hava spurningar:

Kunnu tygum ringja dagliga leiðarin, Martin Kúrberg tlf: 517300

 

Umsókn saman við hjáløgdum próvskjølum,

viðmæli og C.V skal sendast til:

 

[email protected]


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.