fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 5.5m/s

Leita á in.fo

 19.05.2017 (07:47)

Sjúkrarøktarfrøðingur til spennandi verkætlanarstarv starv

Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur og hevur áhuga í at varpa ljós á sjúkrarøktina sum fak, er tað møguliga tær,

vit leita eftir. Endamálið er at nágreina og varpa ljós á fakið sjúkrarøkt í samband við, at Felagið Føroyskir

Sjúkrarøktarfrøðingar verður 30 ár 1. oktober 2018.

 

Arbeiðsuppgávur

• At nágreina og varpa ljós á kjarnuøkið í sjúkra-røktini við tí fjølbroytni, sum fakið inniber

• Lýsa føroysku sjúkrarøktarsøguna síðstu30 árini

• Lýsa visjónir og ætlanir fyri framtíðar føroyskasjúkrarøkt

• At miðla arbeiðið við verkætlanini so hvørt, sumøkini verða lýst

 

Vit vænta, at tú

• Hevur útbúgving og góðkenning sum sjúkra-røktarfrøðingur. Víðari útbúgving er ein fyrimunur

• Dugir væl at orða teg í skrift og talu

• Dugir væl at samskifta, samstarva og arbeiða sjálvstøðugt

• Dugir at innsavna upplýsingar og at arbeiða víðari við teimum

• Hevur góðar telduførleikar

• Megnar at arbeiða undir trýsti

 

Vit bjóða

• Eitt spennandi og avbjóðandi starv

• Góðar karmar at arbeiða í

• Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og fíggjarmálaráðið

 

Starvið er tíðaravmarkað til tíðarskeiðið frá 1. august 2017 til 1. oktober 2018.

Umsóknir skulu vera Felagnum Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum í hendi í seinasta lagi 

8. juni 2017 kl. 12:00.

 

Setanarsamrøður verða í viku 24 og 25.

 

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Óluvu í Gong, forkvinnu,

oig(at)sjukrarokt.fo  ella tel 211309.

hava deilt hesa grein.