fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

 19.04.2017 (15:22)

Skipari til Sildberan

Søkt eftir skipara til Strandfaraskip Landsins at byrja beinanvegin ella eftir nærri avtalu. Viðkomandi skal starvast umborð á Sildberanum, men kann til eina og hvørja tíð verða fluttur umborð á onnur skip. Arbeiðs- og vaktarskipanin verður fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein verður settur umborð á. Umborð á Sildberanum eru knýttir íalt 3 mans. Siglt verður í 2 vikur og 1 viku avspáking. Dagliga farleiðin er Sandur – Skúvoy

 

Starvið sum skipari

Skiparin hevur ábyrgdina av øllum uppgávunum umborð, og skal útinna reiðarísins trygdarpolitikk, grundaðan á ISM-koduna (ISM = International Safety Management) og tjóðskaparliga lóggávu á økinum. Soleiðis tryggja at skipið bert siglir í trygdar- og heilsuliga dyggum standi og veðurlíkindum, har trygdin hjá ferðafólki og manning hava fyrstu raðfesting.  Arbeiðsgongdin skal verða í tráð við málsetningin hjá fyritøkuni, har dentur er á  úrslita­góða tænastu og ein munadyggan dagligan rakstur, harundir gera eitt hóskandi uppgávu- og ábyrgdar­býtið og tryggja samskipan av arbeiðsuppgávunum.

Umstøður eru ikki at búgva umborð.

 

Førleikakrøv

STCW góðkent førleikakrøv

  • Í minsta lagi STCW II/1 áteknað sjóvinnubræv sum skipari
  • Sjóvinnubræv sum radiopassari
  • Heilsuváttan, sum er galdandi fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til
  • Førleikaprógv við ferðamannaskipum
  • Trygdarskeið fyri sjófólk (Basic Training)
  • Brandleiðaraskeið
  • Brandskeið (Basic Training)
  • Dugnaskaparbræv í nýtslu av bjargingarútgerð
  • §16
  • Sjúkraviðgerar útbúgving

 

Onnur viðkomandi krøv

Málførleiki, kunna samskifta og vegleiða ferðafólkini á donskum og enskum

  • Teldu kunnleika, í mun til  teldupostar, Pre-Master og Sharepoint.

 

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, góð samstarvsevnir, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og er fyrikomandi og røkin.

Setanartreytir

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Starvið sum skipari á Sildberanum, er lønt við lønarbrøkinum 923 í lønarflokki 3 Byrjunarlønin er kr. 28.886,78 og endalønin er kr. 31.213,11

Umsókn og umsóknarfreist

Umsókn við avriti av møguligum ummælum skulu sendast til :

 

Strandfaraskip Landsins

Sjógøta 5

Post boks 30

Fo-810 Tvøroyri

 

ella við at senda ein teldupost á eyj(at)ssl.fo og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 4.mai 2017. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Rógva Kærbech, manningarsamskipara, á tlf. 293044 ella við at senda honum ein teldupost til rok(at)ssl.fo

 

Um Strandfaraskip Landsins

Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL eru á fíggjarlógini við eini rakstrarjáttan í 2016 á netto 149 mió. Samlaðu inntøkurnar vóru 67 mió, og útreiðslurnar 216 mió.  Fyritøkan umsitur 28 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 6 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í  2016 var  1.172.000:  536 túsund við bussunum og  636 túsund við ferjunum. Talið av flutningsanleggum er 40 bussar, 7 ferjur og farmaflutningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 160 í tali, svarandi til 120 ársverk

 

hava deilt hesa grein.