fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

 15.06.2017 (10:21)

Skrivstovufólk til Bilrøkt

Við hesum verður søkt eftir einum dugnaligum skrivstovufólki.

 

Uppgávur verða at røkja tað dagliga bókhaldið og roknskaparviðurskiftir felagsins, sum m.a. umfatar alt vanligt bókhald, skuldara- og ognarabókhald, avgreiðslu av lønum og kundaavgreiðslu.

 

Av tí at arbeiðsplássið er lutfalsliga lítið, kann roknast við øðrum umsitingarligum uppgávum.

 

Vit leggja dent á, at tú hevur góð samstarvsevnir og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Vit ynskja at tú:

·         hevur góð samstarvsevnir og ert tænastusinnað/ur

·         hevur viðkomandi útbúgving og royndir

·         hevur góðan kunnleika til bókhaldsskipanir

·         hevur góðan kunnleika til lønarbókhald. Bilrøkt nýtir Løttløn skipanina hjá Formula

·         hevur góðan telduførleika

 

Talan er um fulltíðarstarv, og lønin er eftir avtalu.

 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jákup á Borg, telefon 235880 ella á jakup(at)bilrokt.fo 

 

Umsóknir til starvið skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 27. juni 2017

 

Umsókn við møguligum prógvum kann sendast við telduposti til [email protected] ella sum bræv til:

Bilrøkt

Stiðjagøta 3

Box 1234

FO-110 Tórshavn


Starvið verður sett skjótast gjørligt.

hava deilt hesa grein.