Leita á in.fo

 23.11.2017 (15:00)

Skrivstovulærlingur

Vit leita eftir tær, sum hevur hug at royna eina spennandi og avbjóðandi skrivstovuútbúgving.

 

Í lærutíðini fært tú innlit og upplæring innan bókhald, keyp og sølu, fyriskipan og øðrum skrivstovuarbeiði, har góðir

møguleikar eru fyri persónligari menning í einum vælvirkandi arbeiðsumhvørvi.

 

Hevur tú FHS er lærutíðin 3 ár og hevur tú HH er lærutíðin 2 ár. Lønin er sambært galdandi sáttmála við S&K.

 

Um teg:

 Tú hevur HH ella FHS prógv. Tú hevur góð samstarvsevnir, ert ágrýtin og dugir væl at

arbeiða sjálvstøðugt.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin til starvið er fríggjadagin 20. desember 2017.

Starvið verður sett skjótast tilber.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Niklas Samuelsen, tlf. 344691, teldupostur [email protected]

 

Umsóknir við prógvum og C.V. skulu sendast til [email protected] ella:

 

P/f Svend Krosstein

Falkavegur 6

Postboks 3229

110 Tórshavn

Vð›merkt: Starvsumsókn

 

Um okkum

P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í støðugari menning og við okkara 23

dugnaligu starvsfólkum, bjóða vit skjóta og góða tænastu til okkara viðskiftafólk

um alt landið. Sum størsti HVS handilog heilsøla í landinum, veita vit tilfar,

tænastur og ráðgeving innan grøna orku, vatnveiting, hitaverk, sanitet og ventilatión.

Harumframt hava vit eitt stórt úrval av veiðireiðskapi til brúks á sjógvi og landi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.