fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

 15.05.2018 (11:26)

SKRIVSTOVULÆRLINGUR TIL ATLANTIC AIRWAYS

Kundi tú hugsað tær at verið partur av einum stórum, altjóða og spennandi arbeiðsplássi í áhaldandi

menning, har tænasta í heimsflokki er ein lyklaboðskapur?

 

So er tað kanska tær vit leita eftir!

Tú fert at arbeiða í Sølu- og Kundatænastu okkara, har tú fyrst og fremst verður upplærd/ ur innan

sølu, tænastu og fyrisiting.

 

UM TEG

  • Tú hevur áhuga og møguligar royndir innan tænastu og umsiting
  • Tær dámar at arbeiða við fólki, kundatænastu og ferðavinnu
  • Tú ert ágrýtin og arbeiðssom/samur og trívist í einum umhvørvi við skiftandi arbeiðstíðum, har tað ofta er nógv        at gera
  • Tú er stinn/ur í føroyskum, norðurlendskum og enskum í talu og skrift og hevur góðar telduførleikar

 

 

VIT BJÓÐA

  • Eitt spennandi og dynamiskt lærupláss
  • Fjølbroyttar og áhugaverdar uppgávur
  • Eina útbúgving, ið gevur tær góðar møguleikar at mennast bæði fakliga og persónliga

 

 

Lærutíðin byrjar eftir nærri avtalu, og setanin er lønt sambært galdandi sáttmála við S&K. Um tú hevur FHS-prógv er lærutíðin trý ár – við HH- prógvi er lærutíðin tvey ár.

 

Arbeiðsstaðurin er á Sølu- og Kundatænastu hjá Atlantic Airways á Vága Floghavn.

 

Nærri upplýsingar um starvið fært tú, við at venda tær til Heidi Askham á tlf. 214900 ella á heidia(at)atlantic.fo 

 

UMSÓKN

Skrivlig umsókn við mynd, avritum av prógvum, lívsrensli (cv) vm. skal sendast við telduposti til

Umsóknarfreistin er mánadagin 28. mai 2018.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.