fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

 11.04.2017 (11:58)

Skrivstovustarv á Útlendingastovuni

Útlendingastovan søkir eftir skrivstovufólki at byrja 1. mai 2017 ella eftir nærri avtalu. Starvið er fulltíðarstarv.

 

Um starvið :

Høvuðsuppgávurnar verða at passa telefon, avgreiða og vegleiða viðskiftafólki, leypandi dagføra heimasíðu og viðgera útlendingamál, umframt annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði.

 

Førleiki:

Umsøkjarin skal hava skrivstovuútbúgving við almennari fyrisiting sum sergrein ella viðkomandi royndir. Fyrimun hava umsøkjarar við royndum innan útlendingaøkið og við kunnleika til 360 ˚ skrásetingarskipanina.

 

Umsøkjarin skal hava góð samstarvsevni, vera ábyrgdarfullur og røkin, kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava áhuga í at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarin skal hava góðan málkunnleika í føroyskum, donskum og enskum og hava góðan telduførleika.  

 

Løn og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

 

Umsókn

Umsókn við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skal sendast til:

 

Útlendingastovuna

Postrúm 264

Sigmundargøta 13

110 Tórshavn

 

Ella sum teldupostur til: info(at)utlendingastovan.fo 

 

Umsóknir skulu vera Útlendingastovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. apríl 2017 kl. 12.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ken Nónklett, deildarleiðara, á tlf. 357979

 

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Um Útlendingastovuna: www.utlendingastovan.fo

Útlendingastovan er stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Stovnurin gevur ummæli til donsku útlendingamyndugleikarnar uppá umsóknir um familjusamanføring og arbeiðs– og uppihaldsloyvi frá útlendingum, sum ynskja at koma til Føroyar, og vegleiðir um viðurskifti á útlendingaøkinum. 1. januar 2014 varð Útlendingastovan løgd undir Vinnustovnin.

hava deilt hesa grein.