Leita á in.fo

 08.10.2018 (14:23)

Smiður til ArtiCon

Vit sóknast eftir einum smiði til okkara verkstað á Hjalla.

 

Arbeiðsøki

  • Alt vanligt stál- og sveisiarbeiði
  • Umvæling og viðlíkahald av amboðum

 

Tín vangamynd

  • Tað er umráðandi, at tú hevur góð samstarvsevni og evni at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt.
  • Tú skal hava útbúgving sum stál- ella maskinsmiður ella líknandi.
  • Tað er eitt krav, at tú hevur royndir sum smiður, hevur sveisað og arbeitt við stálarbeiði.

 

Vit bjóða

Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.

 

Vit hava skipað viðurskifti og eitt gott arbeiðsumhvørvi. Harumframt bjóða vit eitt vælvirkandi verkstað við nýmótans útgerð.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

 

Meir at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Bjørn Tórsteinsson Holm, verkstaðsleiðara, á tlf. 216102

 

Umsókn

Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. oktober 2018 og skal sendast til starv(at)articon.fo.

 

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 290 fólk.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.