Leita á in.fo

 08.01.2018 (13:54)

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli á umleið 25-30 tímar um vikuna til Barnaverndartænastuna í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu.

 

Starvið er leyst at seta frá 1. februar 2018 ella skjótast gjørligt eftir ásettu dagseting. Um tú ert tann rætti persónurin, bíða vit gjarna eftir tær.

 

Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv, á einum góðum arbeiðsplássi, við góðum starvsfeløgum. Arbeiðið í Barnaverndartænastuni hevur til endamáls at tryggja, at børn og ung í aldrinum frá 0 til fylta 23. árið, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

 

Arbeiðið hjá viðkomandi stuðli umfatar m.a. at hjálpa, vegleiða, stuðla og stimbra familjum, børnum og ungum við avbjóðingum.

 

Í starvinum kann væntast nógv samskifti og samstarv við aðrar samstarvsfelagar. Her verður serliga hugsað um samstarv við familjuna, málsviðgerar, sálarfrøðingar, familjuráðgevar, starvsfólk á dagstovnum og skúlum. Námsfrøðiligi stuðulin skal tískil kunna luttaka virkin á tvørfakligum fundum v.m.

 

Vit vænta at tú:

  • í minsta lagi hevur eina viðkomandi miðallanga útbúgving.
  • ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • ert jalig/ur av lyndi og dugir at síggja loysnir fram um forðingar.
  • hevur góð samstarvsevnir og ert fleksibul
  • ert tolin og rúmlig/ur av lyndi, samstundis sum tú megnar at siga frá og vera avgjørd/ur í verki
  • hevur eina jaliga menniskjafatan
  • dugir at skipa ein gerandisdag saman við viðkomandi borgara/um
  • ert sálarliga væl fyri
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu

Viðkomandi, ið settur verður, má kunna arbeiða skiftandi tíðir - lagað til tørvin hjá familjunum.

 

Løn:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og viðkomandi fakfelag.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndir og revsiváttan, skulu vera Barnaverndartænastuni í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu, Karvatoftir 4B, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 22. januar 2018.


Um neyðugt, tilskila vit okkum rætt til ongan av umsøkjarunum at velja.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Inga Hansen, leiðara á telefon +298 23 80 56 ella á t-post: ingi(at)fuglafjordur.fo 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.