fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

 06.11.2017 (09:40)

Sølufólk til Miðlahúsið

Miðlahúsið søkir eftir sølufólki at byrja skjótast tilber. Í Miðlahúsinum arbeiða vit á fleiri miðlapallum, sum eru Sosialurin, Vikublaðið, www.in.fo og Rás 1.

 

Vit leita eftir einum sølufólki, sum verður partur av einum spennandi og livandi arbeiðsplássi, har tað altíð eru nógvir bóltar í luftini, og har tingini ofta ganga skjótt fyri seg.

 

Brennur tú fyri at selja, og smæðist ikki tú burtur við at fara á vitjan hjá einum kunda, so er tað kanska júst tær, ið vit leita eftir.

 

Hevur tú áhuga fyri starvinum ella vilt tú vita meira, so eru tú vælkomin at senda umsókn ella  seta teg í samband við Terja Nielsen, sølu- og marknaðarleiðara á tlf. 289035 ella send teludpost á terji(at)sosialurin.fo.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.