Leita á in.fo

 04.04.2017 (15:38)

Sølufólk til Miðlahúsið

Ynskir tú at gerast partur av einum ferðmiklum gerandisdegi, har tú í stóran mun sjálv/ur skapar innihaldið, er tú kanska júst tann, sum vit leita eftir.

 

Virksemið hjá Miðlahúsinum stendur ongantíð í stað, og við Sosialinum, Vikublaðnum og in.fo hava vit nógvar pallar at røkja.

 

Sum sølufólk og marknaðarmennari verður tú við til at skapa og tryggja inntøkugrundarlagið undir okkara miðlum.

 

Her verður tú partur av einum livandi toymi – og arbeiðið fevnir um sølu av lýsingum til allar miðlarnar hjá Miðlahúsinum.

 

Vit vænta, at rætti umsøkjarin hevur hollar royndir innan yrkið.

 

Ynskir tú at frætta nærri um starvið, ert tú vælkomin at tosa við Jonhard Hammer, stjóra, á tlf. 223369 ella á teldupost jonhard(at)sosialurin.fo

 

Starvið verður sett sum skjótast.

hava deilt hesa grein.