Leita á in.fo

 28.02.2019 (07:30)

Sosialurin søkir eftir journalistum

– at byrja skjótast gjørligt í fulltíðarstarvi 

 

UM STARVIР

Sum journalistur í Miðlahúsinum arbeiðir tú við at gera tilfar til ymisku miðlar okkara, fyrst og fremst Sosialin og in.fo. Tú dekkar tað, sum hendir og er vakthundur í samfelagnum.

Tú verður partur av eini dynamiskari redaktión, sum arbeiðir við tíðindum at kalla allan sólarkringin.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur journalistiska ella aðra viðkomandi útbúgving. Tú skalt hava royndir við tíðindaflutningi, og tú skalt tora at avdúka tað, sum onnur vilja halda dult.

Tú skalt duga føroyskt væl og virðiliga bæði í skrift og talu og duga at skriva lætt og livandi og gott føroyskt mál.

 

Arbeiða í toymum

 

VIT VÆNTA: 

– at tú brennur fyri tíðindaflutningi

– at tú hevur dirvi og áræði í tínum arbeiði.

– at tú ert málsliga væl fyri

– at tú hevur góðan telduførleika

– at tú dugir og tímir at arbeiða sjálvstøðugt

– at tú dugir at halda høvdið kalt

– at tú hevur høgt trúvirði og góðan kritiskan sans

– at tú dugir at arbeiða undir trýsti

– at tú dugir at gera av, hvat er viðkomandi tíðindaflutningur 

– at tú ert klárur, tá ein søga skal forteljast

 

VIT BJÓÐA: 

– Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss

– Møguleika fyri í stóran mun at skapa tín egna arbeiðsdag

– Góðar starvsfelagar

– Eitt spennandi og áhugavert starv, har eingin dagur er líka

– Eitt starv, sum gevur tær innlit í øll viðurskifti í føroyska samfelagnum

– Føroya bestu plasering – í Vágsbotni í Havn.

 

LØN OG SETANARTREYTIR 

Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært avtalu. Hevur tú spurningar kanst tú ringja ella skriva teldupost til Eirik Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóra á Sosialinum á 216409 og eirikur(at)sosialurin.fo

Umsóknir skulu sendast til eirikur(at)sosialurin.fo

 

Um Miðlahúsið 

Sosialurin, sum er komin út síðani 1927, kemur út tríggjar ferðir um vikuna, mándag, mikudag og fríggjadag. Mikudag verður Sosialurin borin í hvørt hús í landinum. Tíðindi á FM1 verða send gerandisdagar klokkan 11, 12, 15, 16 og klokkan 17. Miðlahúsið hevur eisini drúgvastu roydir við tíðindum á internetinum, sum hevur verið ein nátúrligur partur av redaktiónini síðani 1997. Miðlahúsið eigur tíðindaportalin in.fo, sum telist millum Føroya størstu tíðindasíður. Í Miðlahúsinum starvast um 25 fólk. 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.