fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

 07.05.2018 (09:15)

Speditør næmingur til Faroe Express

Vil tú starvast í einum spennandi altjóða umhvørvi, har tingini ganga skjótt, og hvør dagur hevur við sær nýggjar avbjóðingar, so er møgulekin her. Faroe Express leitar eftir einum eldhugaðum næmingi, sum brennir fyri at veita kundum okkara bestu tænastuna.

 

Læruplássið 

Sum lærlingur í Faroe Express fær tú eina altjóða viðurkenda speditør útbúgving, ið hevur við sær starvsmøguleikar innan flutning í øllum heiminum. 

 

Hjá okkum fær tú ábyrgd frá fyrsta degi. Vit bjóða ein spennandi og ferðmiklan gerandisdag, har hugtøk, sum shipping, logistikkur og speditión eru amboðini, meðan tænastan er endamálið. 

 

Tú lærir um innflutning og útflutning, koyring, tollavgreiðslu, sølu og booking, samskipan, logistikk og uppfylging. Alt staklutir, sum hava til endamáls at tryggja, at rætta vøran kemur til rætta móttakara til røttu tíð.

 

Førleikar

Rætti umsøkjarin hevur hug at starvast í einum skiftandi og avbjóðandi arbeiðsplássi, har stór krøv verða sett til eginleikarnar at samskifta. Vit vóna, at tú hevur:

  • Áhuga fyri sølu og kundatænastu
  • Førleikar í enskum, donskum og stendur teg í skandinaviskum
  • Forvitni og hug at seta teg inn í nýggja tøkni og annars vanligar KT førleika
  • Góð samstarvsevni og ídni at røkka settum málum
  • FHS, HH, HTX, HF ella studentsprógv

 

 

Lærutíðin

Lærutíðin er tengd at útbúgvingini hjá umsøkjaranum. Eitt nú er lærutíðin:

  • 3 ár við FHS-prógvi
  • 2,5 ár við studenta, HF ella HTX prógvi
  • 2 ár við HH prógvi

 

 

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett skjótast til ber, men vit kunnu tó bíða eftir tí rætta. Lønin er sambært sáttmála hjá S&K. 

 

Umsókn

Umsóknir saman við viðkomandi skjølum skulu sendast til jannis(at)faroeexpress.fo í seinasta lagi 31. mai 2018. Nærri fæst at vita um starvið við at venda seg til Jannis Moraitis á telefon 549099.

 

Faroe Express


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.