Skip to main content

Hevur tú  hugin og viljan at læra at gera heilsugóðan og fjølbroyttan mat? so er tað møguliga tær vit leita eftir.

 

Køkurin á Klaksvíkar sjúkrahúsi søkir eftir einum føðsluatstøðaralærlingi (ernæringsassistent) til setan 1. juni 2019 ella eftir avtalu.
Vit bjóða eitt spennandi lærupláss í einum góðum og fjølbroyttum umhvørvi, við dugnaligum starvsfeløgum.

 

Vit ynskja at tú:

·         ert ágrýtin, álítandi og ábyrgdarfull-/ur

·         dugir at samskifta í skrift og talu, og dugir at nýta teldu á brúkarastøði

·         møtir væluppløgd/ -lagdur til tíðina

·         hevur gott handalag

·         hevur ein jaligan hugburð, sum stuðlar einum góðum arbeiðsumhvørvi

 

Vit leggja stóran dent á gott og erligt samstarv, har tú ert virkin og tekur ábyrgd fyri at fáa eina so góða útbúgving sum gjørligt.    

 

Skúlakrøv

  • Í minsta lagi 9. flokksprógv frá fólkaskúlanum
  • Grundskeið á 20 vikur innan matvøruútbúgving (grundforløb)

Lærutíðin er 3 ár. Skúlagongdin er 30 vikur í lærutíðini, tríggjar ferðir 10 vikur skúlaskeið á tekniskum skúla í Danmark.
Útbúgvingin gevur eina grundleggjandi vitan um matvørur, føðslu og matgerð. Tú lærir um matvørugóðsku, matvørureinføri og at gera heilsugóðan og vælsmakkandi mat.
Meira kunning um útbúgvingina sæst á heimasíðuni http://www.ernaerings-assistent.dk/

 

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Kost- og føðslufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

 

Royndartíðin er 6 mánaðir.

 

Nærri fæst at vita við at venda sær til Elisabeth Akursmørk, kostfakligan leiðara, á tlf. 229229

 

Umsóknarfreistin er 22. apríl 2019

 

Umsókn við CV og prógvum skal sendast við telduposti til: umsokn(at)ks.fo  

 

Upprunaprógv og viðmæli skulu havast við til samrøðu.

 

Les meira “um okkum” á www.ks.fo