Leita á in.fo

 01.05.2017 (14:13)

Starv sum cateringfólk

Eitt starv, sum cateringfólk, er leyst at søkja hjá Strandfaraskip Landsins. Viðkomandi skal byrja umborð á Smyrli, men kann til eina og hvørja tíð verða fluttur umborð á onnur skip, sum fyriskipað av leiðsluni.
Arbeiðs- og vaktarskipanin verður fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein verður settur umborð á.

 

Starvið sum cateringsfólk
Starvið fevnir um alt frá vanligum kafeteria- og kioskarbeiði til uppreiðing, reingerð o.a.

Førleikakrøv

  • Heilsuváttan
  • Førleikaprógv við ro-ro ferðamannaskipum
  • Trygdarskeið fyri sjófólk (Basic Training)
  • Dugnaskaparbræv í nýtslu av bjargingarútgerð
  • Hollur málkunnleiki til føroyskt, danskt og enskt


Annars vænta vit, at tú hevur góð samstarvsevnir, dugir at arbeiða sjálvstøðugt,

og er fyrikomandi, smílandi og røkin.

Royndir við ferðamannaskipi er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

 

Setanartreytir
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Starvið verður lønt við lønarbrøkinum 0,667 í 1. Lønarflokki, í lønartalvuni fyri sjófólk. 

Byrjunarlønin er 17.325,20 og endalønin er 19.282,26.

 

Umsóknir
Umsóknir við avriti av møguligum ummælum skulu sendast til :


Strandfaraskip Landsins
Sjógøta 5
Post boks 30
Fo-810 Tvøroyri


ella við at senda ein teldupost á eyj(at)ssl.fo 


og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 30.mai 2017. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Rógva Kærbech, manningarsamskipara, tlf. 293044 ella við at senda honum ein teldupost til rok(at)ssl.fo 


Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL eru á fíggjarlógini við eini rakstrarjáttan í 2016 á netto 149 mió.kr. Samlaðu inntøkurnar vóru 67 mió.kr, og útreiðslurnar 216 mió.kr. Fyritøkan umsitur 28 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 6 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2016 var 1.172.000: 536 túsund við bussunum og 636 túsund við ferjunum. Talið av flutningsanleggum er 40 bussar, 7 ferjur og farmaflutningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 160 í tali, svarandi til 120 ársverk

hava deilt hesa grein.